Paris í ?Sherlock Holmes?

Í seinastuni hevur hotelarvingurin Paris Hilton luttikið í fleiri filmum sum m.a. ?House of Wax? og ?The Hottie and the Nottie?. Nú skal hon so eisini leika í nýggja ?Sherlock Holmes?-filminum.

 

Fyrrverandi maðurin hjá Madonnu, Guy Ritchie, verður leikstjóri í filminum og tað er hann, sum hevur yvirtalað Paris til at vera partur av crew?inum.

 

Við FemaleFirst segði hon:

 

- Eg tosaði nøkur orð við Guy og hann bjóðaði mær ein leiklut í nýggja filmi sínum ?Sherlock Holmes?.

 

Enn er ikki greitt, hvønn leiklut Paris fer at hava í filminum, har hon fer at spæla saman við Robert Downey Jr. (Sherlock Holmes) og Jude Law (Dr. Watson).