Paris Hilton í nýggjari reality-sending

Superstjørnan Paris Hilton skal vera við í einari nýggjari reality-sending, har hon vil vísa heiminum, at hon ikki bara er ein bítt blondina.

Hotelarvingurin Paris Hilton følir, at hon er vorðin framvíst sum ein bítt blondina i teimum reality-sendingunum, sum hon hevur verið við í. Tað vil hon nú gera nakað við. Tí skal hon vera við í einari nýggjari amerikanskari sending, har eitt upptøkulið skal fylgja við henni allatíð.

Í sendingini ?The Simple Life? sást tú Paris í nøkrum uppsettum støðum. Tað kemur ikki at henda í nýggju sendingini, tí her fylgir upptøkuliðið stjørnuni runt í hennara veruliga lívi.

Tann høga blondinan vil nevniliga vísa øllum heiminum, at hon er nógv meira enn ein bítt blondina.