Paris hjúklar dóttir vinkonu sína, Nicole Richie. ?Eg eri so ovurfegin. Eg havi sent henni nógvar gávur. Eg havi tonkt mær at hjúkla rættiliga um hana??.
Paris hevur tó ikki sæð lítlu Harlow Winter Kate Madden, ið varð fødd 11. januar, men hon hevur tó longu sent nógvar gávur.
Tað gongur slatur um, at Paris kanska skal verða gumma á lítlu Harlow. Pápi at lítlu gentuni, Joel Madden, er hinvegin ikki glaður fyri at Paris skal verða gumma. Hann heldur ikki, at ljóshærda veitsluprinsessan er álítandi nokk. Og tað hevur hann kanska rætt í, skrivar Tv2.dk