Filmurin vann høvuðsvirðislønina, Besti Filmur, framman fyri favorittin »1917«.
»Parasite« vinnur sum tann fyrsti ikki-enskttalandi filmur virðislønina fyri Besta Film í 92 ára søguni hjá Oscar-handanini. Bara 11 aðrir ikki-enskttalandi filmar hava verið tilnevndir hvøðsvirðislønina, men eingin annar hevur fyrr vunnið.
»Parasite« vann harumframt framman fyri »The Irishman«, »Marrige Story«, »Jojo Rabbit«, »Joker«, »Little Woman« og »Ford v Ferrari«.
Filmurin, sum Bong Joon-ho hevur leikstjórnað, tók fólk á bóli alt kvøldið. Filmurin vann soleiðis eisini Besti Altjóða Filmur, Besti Leikstjóri og Besta Originala Leikrit.
/ritzau/