Paradise Amalie við stakfløgu

Gjáramorgunin hevði Paradise Amalie sína fyrstu live framførslu sum sangarinna. Tað gekk ikki serliga væl. ?Som en rodbehandling? segði ein ummælari. Amalie var gestur í morgunsendingini hjá TV2, ?Go? morgen Danmark?, har hon framførdi sína nýggju stakfløgu ?du og jeg?.

 

Tað minti nógv um eina karaokeframførslu, tí tónleikurin kom úr einum hátalara, og hóast hon dansaði og vríggjaði kroppin til glaðu rútmurnar, so var sangliga avrikið einki at reypa av. Serliga høgu tónarnir fingu fólk at krympa tær, og ummælarin hjá Ekstra Blaðnum samanber framførsluna við eina rótviðger av tonnunum.

 

Men Amalie sjálv var glað og vælnøgd. Tað hevur nevniliga altíð verið hennara dreymur at gerast kend. ? Eg havi altíð verið bergtikin av teimum kendu og sæð upp til teirra. Tað eru serliga veitslurnar og so tað, at tey kendu ofta hava nógvan pening. Tað eru nógv, sum leggja merki til tey kendu og sum ynskja at taka myndir av teimum. Og kanska fær man eisini nakrar fjepparar, og tað haldi eg bara vera feitt, segði Amalie við vertin í morgunsendingini í gjár.

 

Filmsbrotið, har Amalie syngur live, kann finnast á You Tube undir Amalie Szigethy ?du og jeg ? Live go?moren Danmark