Flestu línuskip eru antin til fiskiskap ella fara út í næstum, og væntandi er, at línuskipini, sum eru til fiskiskap, koma inn at landa síðst í hesi vikuni.
- Línuskipini fiska bæði á djúpum eftir brosmu og longu og grynri eftir toski og hýsu.
Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga í sínum metingum fyri hesa vikuna.
Lagt verður aftrat, at tvey línuskip eru á Flemish Kap og fiska tosk.
Um útlitini fyri útróðri verður sagt, at streymurin fyrstu dagarnir í hesi vikuni verður góður, og veðurforsagnirnar eru hampiligar.
Flestu partrolarapørini fiska eystanfyri, og tey koma inn at landa, sum vikan gongur.
- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er vánaligur, tá hugsað verður um árstíðina, men fiskimenn vóna, at fiskiskapurin fer at taka seg upp nú.
Um dúpvatnstrolararnar, sigur marknaðurin, at tveir fiska upsa og ein fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu.
- Teir, sum fiska upsa, koma neyvan at landa í vikuni, meðan tann triði landar helst síðst í hesi vikuni.
Lagt verður aftrat, at tríggir djúpvatnstrolarar eru á Flemish Kap og fiska tosk. Teir frysta veiðina umborð.
Fiskamarknaður Føroya sigur, at allir teir smáu trolbátarnir fiska havtasku í løtuni, og væntandi landar ein trolbáturin í dag. Hinir koma inn seinni í vkuni.
At enda verður sagt um garnaskipini, at fiskiskapurin hjá hesum skipum nú er batnaður, og væntandi kemur eitt garnaskip inn at landa síðst í hesi vikuni.
- Tvey garnaskip, sum eisini eru úti, frysta veiðina umborð, og øll garnaskipini fiska í løtuni svartkalva, sigur Fiskamarknaður Føroya.