Síðstu nátt koyrdi løgreglan ein túr í Vágar, tí boðað hevði verið frá húsaófriði.
- Tað var eitt par, sum var komið upp at keglast, men hetta vísti seg ikki at hava nógv upp á seg.
Vakthavandi sigur, at tey høvdu telefonsamband við viðkomandi, sum ringdi at boða frá, og mangt bendi á, at tey fóru at finna út av tingunum.
- Vit koyrdu kortini ein túr vestur, og tá vísti tað seg, at parið hevði funnið út av tí, og friðarligt var undir lonini, sigur løgreglan.