Harry á Lakjuni
Fuglafirði 19/3
Tað er bara ein skipari á Polo, segði skiparin á Polo á sinni, og rætt hevði hann.
Men kortini er tað mangan gott hjá einum skipara at kunna ráðføra seg við stýrimenninar, og ofta og týtt kunnu ráðini frá stýrimanninum - ella um tey so komu av dekkinum - vera so góð, at skiparin broytir hugsan um eitthvørt, hvat tað so skuldi verið. Men tá avgerðin skal takast, er skiparin suverenur!
Í fjør royndi eg fyri fyrstu ferð, at vit vóru tveir skiparar umborð á sama skipi. Vit vóru undir polskum flaggi. Alt gott um tann polska flaggskiparan, tí hann greiddi sína uppgávu til lítar. Men eg dugdi at síggja, hvussu ótrúliga skjótt konfrontatiónir kundu uppstaðið. Tað gjørdi tað kortini ikki okkara millum, sjálvt um tað onkuntíð prutlaði undir lokinum. ? Men eitt annað er, at tá ið tú bara ert fiskiskipari, so hevur tú ikki ta juridisku ábyrgdina, og tí kann vandi vera fyri, at tú gerst líkasælur yvir fyri lógum og reglugerðum, sum eru galdandi, har fiskað verður.
Og hevur hetta ikki júst verið standard trupulleikin í Føroyum í øldir, at vit bara hava verið fiskiskiparar, meðan danir hava verið flaggskiparar? - Og nú vit kanna 80-ini, so er neyvan nakað at ivast í, at høvuðsorsøkin til, at tað gekk, sum tað gekk, var, at politikarar og onnur lótu seg freista til eina fyrilitaleysa peninganýtlsu, og til síðst gekk tað so galið, at vit eisini mistu ?fiskiskiparamandatið?. Tá vóru tað danir, sum søgdu okkum, hvar og hvussu vit skuldu fiska, við kvotaskipanum o.ø.
At vit loksins fyri trimum árum síðani fingu eitt landsstýri, sum setti sær fyri at koma burtur úr hesi óhaldbaru støðu og setti sær sum mál at fáa fullan suverenitet yvir hesum landi, er alla æru vert. - Landsstýrið fór grundiga til verka, lýsti málið sera væl frá øllum síðum og var væl fyrireikað til at møta donsku stjórnini. Men tann kalda móttøkan og arrogansan, sum danir hava víst landsstýrinum, er undir alt lágmark.
Her kemur ein vælmeint og væl fyrireikað føroysk samráðingarnevnd í fullum álvara og leggur eitt skilagott samráðingarupplegg fyri donsku stjórnina, - men einasta reaktión, føroyingar fáa, er, at revolvarin verður settur fyri pannuna á teimum, og forsætisráðharrin sigur: ?Fýra ár, fýra ár?. Ja, sum um hann ikki dugdi at siga annað - sum ein pappageykur, ið tekur orðini upp í saman: ?Fýra ár - fýra ár - fýra ár?.
Samráðingargrundarlagið er ófrávíkiligt, sigur Nyrup. Hvussu kann eitt samráðingargrundarlag vera ófrávíkiligt? - Tað má vera ein mótsøgn í hugaheiminum á teimum flestu. Hví sigur Nyrup ikki tingini við teimum røttu orðunum, at her als ikki er talan um samráðingar, men at tað ultimatum, hann hevur sett føroyingum, er ófrávíkiligt. Jú, stundum lata teir donsku politikararnir seg í ta demokratisku maskuna og látast, sum teir hava virðing fyri okkara ynskjum, og lata so nøkur vøkur orð falla, men skjótt stinga teir imperialistisku hógvarnir undanaftur.
Hevði tann danski forsætisráðharrin bara havt eitt lítið sindur av veruligari virðing fyri tí føroyska fólkinum, ja, so stóð hann ikki bara og hótti og rópti sum ein pappageykur: ?Fire år, fire år?. Nei, so fór hann sum ein rættur statsmaður í fólkatingið og helt eina virðiliga røðu fyri fólkatinginum og tí danska fólkinum, har hann rósti føroyingum fyri teirra áræði og vilja til at klára seg sjálvar. Røðan kundi t.d. ljóðað nakað soleiðis:
Harra formaður!
Nú fer tíðin at nærkast, at Føroya landsstýri kemur higar til Keypmannahavnar at samráðast við okkum um framtíðarstøðu Føroya. Føroyar eru hvørki á Fyn ella Langeland. Hyggja vit í danmarkarkortið, finna vit ikki Føroyar. Føroyar eru ein oyggjabólkur í Norðuratlantshavinum, og fjarstøðan hiðani úr Keypmannahavn til Tórshavnar, sum er høvuðsstaður í Føroyum, er umleið 1300 km. - Fólk hava búleikast har í kanska 12-1300 ár, og føroyingar eru av írskum og norskum uppruna, sigst, so helst er lítið danskt blóð í æðrunum á hesum fólki. Eisini tosa føroyingar egið mál og hava sína egnu mentan, so vit síggja, at her er talan um eina serstaka tjóð, - eitt land og eitt fólk, sum av røttum hevur allar fyritreytir at kallast ein tjóð.
Sum vit øll vita, Harra formaður, so hava vit, danir, havt yvirvaldsrættin yvir Føroyum í umleið 600 ár, men nú ið landsstýrið kemur higar í næstu viku, eru høvuðsørindi teirra at leggja fram fyri stjórnina uppskot um, at teir sjálvir taka yvirvaldsrættin í sínum egna landi, soleidis at Føroyar gerast ein suverenur statur. - Væl hava vit í nøkur ár goldið ávísa upphædd til Føroyar, sum natúrligt er, tá ið ein hevur yvirvaldsrættin í øðrum landi, tí har ein valdar, skal ein eisini gjalda, men tá ið tað føroyska landsstýrið nú vil greiða hesi viðurskifti sjálvt, er tað alla æru vert.
Og her vil eg leggja dent á, Harra formaður, at tað ikki er soleiðis, sum óndar tungur vilja vera við, at landsstýrið vil hava danir at fíggja sítt sjálvstýri. Løgmaður hevur kunnað meg um uppskot landsstýrisins, og har er einki, sum bendir á tað. Heldur er tað beint tvørturímóti. Landsstýrið ætlar eftir rættiliga stuttari tíð at minka ríkisstuðulin niður í einki fyri síðan at fíggja sítt egna sjálvstýri. Tí, sum landsstýrið so skilagott sigur, so avlagar ríkisveitingin í stóran mun tann føroyska búskapin - og tað skilja vit, sum dagliga fáast við politikk, sera væl, at hetta kann hava óhepnar avleiðingar.
Sjálvur haldi eg, at uppskot landsstýrisins er sera skilagott! Hvør vil ikki ráða í sínum egna húsi? Er tað nakað, sum kann vera meira natúrligt og rætt enn tað? Hvat er tað land, sum vil verða stýrt av øðrum ? - Fjarstøðan hiðani og til Moskva er ikki so nógv longri enn fjarstøðan millum Tórshavn og Keypmannahavn, men hvør av okkum hevði latið sær lyndað, at tað var tað russiska tjóðartingið, sum hevði avgerðarrættin yvir donskum málum, t.d. verju- og fíggjarmálum? - Og eg kundi hugsað mær, Harra formadur, at biðið tey í hesum høga tingi, sum høvdu viljað, at so var, um at rætta hondina upp. (Kvirt í salinum - eingin rættir hondina upp! Ella var ikki ein hond har? Jú, mín sann, haldi eg, at eg sá ein føroyskan javnaðarmann rætta hondina upp - men hann tekur hana til sín aftur, tá ið hann sær, at eingin annar hevur hondina uppi. Mundi hann skammast? - Ella er yvirhøvur skomm skapt í honum?)
Nei, harra formaður, eg haldi ikki, at nakar av okkum hevði viljað livað undir slíkum umstøðum, og hví skulu vit so rokna við, at onnur vilja gera tað? ? Vit, sum hava hug at breggja okkum av, at vit hava hjálpt øðrum tjóðum at fáa sjálv-stýri, t.d. teimum baltisku londunum. Kunnu vit vera so dupulmoralskir, at vit ikki vísa uppskoti føroyinga alla vælvild?
Og hvussu var, tá ið okkara egni suverenitetur var í vanda og varð tikin frá okkum? Hava vit gloymt hin myrka dagin, 9. apr. 1940 - helst hin daprasti í Danmarkar søgu, tá ið fremmant hersetingarvald rændi frælsið frá okkum? - Hava vit gloymt, Harra formaður, at tað vóru aðrir, ið vunnu okkum frælsið aftur, og at fremmant blóð mátti flóta? Og hava vit gloymt, at partur føroyinga at veita teimum hersettu londunum frælsið aftur ikki var minni enn so, at hin stóri statsmaðurin, Churchill, ikki læt tað fara aftur við borðinum, men takkaði í takkarrøðu síni eftir kríggið hesi lítlu tjóðini fyri norðan fyri tað bragd, føroyingar gjørdu, tá ið teir sigldu vandasjógv og settu lívið í váða øll krígsárini, siglandi millum minur og hóttir av bumbuflogførum. Hetta var lívsneyðugt fyri bretar, so teir kundu fáa fisk á borðið hesi truplu ár.
Og hava vit gloymt hin dagin, tá ið vit fingu okkara frælsi aftur? - hin mai-dagin í 45, tá ið Mountgomery generalur sigursælur koyrdi gjøgnum gøturnar her í Keypmannahavn og varð fagnaður vid blómum og gleðisrópum, tí nú var tað dýrasta, sum ein familja, eitt fólk og ein tjóð kann missa, afturvunnið: frælsið! ? Ja, Harra formaður, hava vit gloymt - hava vit gloymt at virðismeta hetta frælsi, sum varð vunnið okkum aftur, og sum ikki er nakar sjálvsagdur rættur, men heldur ein dýrgripur, sum vit hava fingið í varðveitslu, og sum enn einaferð kundi verið rændur frá okkum.
Og vit, sum bera frælsi og brøðralag í skjøldri okkara, hvat kunnu vit annað enn vísa hesari brøðratjóð okkara ta vælvild og tann sóma, hon hevur uppiborið í hesum máli!
Takk fyri, Harra formaður.










