Pappírsdungarnir eru lægri

Edmund Joensen, tingformaður, fegnast um, at arbeiðslagið í tinginum er batnað, og at uppskotini koma niðan í einum javnari streymi.


Fyrr var vanligt, at tingfólk um hesa tíðina, nú einar tær vikur eru eftir av tingsetuni, fingu tíggjutals uppskot, sum skuldu skrumblast ígjøgnum, viðgerðast og avgreiðast í síðstu løtu, áðrenn tingið fór í summarfrí. Hetta ávirkaði sjálvsagt arbeiðið og fólk høvdu mangan hug at illnast inn á standin.
Tí hava vit spurt Edmund Joensen, tingformann, hvussu seinasta tingskeiðið hevur hilnast. Og hann greiðir frá, at tað gongur tann rætta vegin, og at tað avgjørt hevur loyst seg at leggja arbeiðið betur til rættis. Sostatt eru bert uppskotini, sum liggja úti í nevndunum eftir og formaðurin væntar ikki, at landsstýrið fer at bera fleiri størri mál niðan í tingið nú. Og hóast nøkur stórmál eru eftir, so sum málini um Íslandssáttmálan og orðaskiftið um EFTA, so roknar tingformaðurin við, at tingið verður liðugt at avgreiða nevndarmálini innan fyrstu viku í mai.
- Eg haldi at tingarbeiðið virkar betur nú, tí uppskotini verða borin niðan í einum javnari streymi. Hetta skuldu tær ymsu umsitingarnar í ráðunum eisini venja seg við, men eg haldi, at tað gongur betur, hóast tað avgjørt kundi verið enn betur, sigur tingformaðurin. Og hann vónar eisini, at hetta, saman við tí at tinglimir nú fáa fulla løn fyri arbeiðið.
- Avleiðingin er vónandi, at tingarbeiðið fær hægri góðsku og er meira effektivt sum heild, sigur hann.
 
Tinghúsið liðugt
Edmund Joensen greiðir frá, at annað er, sum ger seg galdandi í ár, og sum skundar undir at fáa avgreitt málini sum skjótast. Og hann vísir á, at tað er eitt krav at tingið heldur tíðarætlanina, í mun til at nógva byggivirksemið, sum er í tingumhvørvinum.
- Hetta er seinasta byggistigið í sambandi við, at gamla tinghúsið verður bygt upp í gamla telefonverkshúsið, og tað skal vera liðugt í desember í ár. Tá verða arbeiðsumstøðurnar hjá nevndum og tinglimum nógv betur, tí flokkarnir fáa hvør sítt arbeiðsrúm, umframt at tinglimir kunnu arbeiða í smáum klivum, har tøknilig útgerð og annað verður tøk, sigur Edmund Joensen, tingformaður at enda.