Familjan hevði frammanundan verið í Sýria, tá tey lupu á tríggjar kirkjur í Indonesia og drupu minst 11 í Surabaya.
Islamskur Statur tekur ábyrgdina av sjálvmorðsbumbum ímóti trimum kirkjum í næstastøsta býi í Indunesa, Surabaya. Minst 11 hava latið lív og yvir 40 eru særd.
Løgreglan upplýsir, at øll álopini vóru framd av somu familju. Tey høvdu frammanundan verið í Sýria.
Ovasti løgreglustjórin í Indonesia, Tit Marnavian, sigur, at pápin í familjuni útloysti eina bilbumbu, meðan tveir synir, 16 og 18 ára gamlir, brúktu eina motorsúkklu. Mamman var í einum triðja álopi saman við tveimum børnum sum fóru 12 og 9 ár.
Álopini á oynni Java vórðu framd við 10 minuttum ímillum, og fyrsta bumban brast klokkan 7:30 lokala tíð.
Harumframt hevur løgreglan funnið og »tryggja« eina bumbu í eini kirkju í Surabaya, upplýsti talsmaðurin hjá løgregluni sambært Reuters.
Harumframt hevur løgreglan funnið og »tryggjað« eina bumbu í eini kirkju í Surabaya, upplýsir talsmaðurin hjá løgergluni sambært Reuters.
Eingin hevur enn tikið sær ábyrgdina av álopunum. Men indonesisku myndugleikarnir misteinkja bólkin Jemaah Ansharut Daulau, sum er sporttin av Islamskum Stati (IS), fyri at standa aftan fyri álopið.
Sjónvarpsmyndir vísa húsaleivdir spjaddar kring inngongdina til eina av raktu kirkjunum, meðan løgreglan heldur vakt í einum sperraðum øki. Ein onnur upptøka vísir eina brennandi kirkju.
Fleiri lokalir miðlar skriva, at ein kvinna við einum yngri barni og ein tannáringur júst vóru farin inn í eina kirkju og vórðu kannað av trygdarfólki, tá bumban brast.
Álopið er framt fáar dagar eftir at hernaðarligir islamskir fangar drupu fimm limir í einum antiterrorliði í einum fongsli í útjaðaranum av Jakarta, skrivar Reuters.
Indonesia er tað størsta landið í heiminum, har islamska fólki er í stórum meiriluta.
Í fólkaríka landinum við 260 milliónum fólkum er eisini nógv kristin, hinduar og buddhistar.
Landið hevur seianstu árini verið plágað av álopum á kristin og aðrar minnilutar, sum hernaðarligar rørslur hava framt.
Í februar var ein maður skotin og særdur av løgregluni, tá hann leyp á kirkjufólk við einum svørði í býnum Sleman.
Illgerðarmaðurin, sum hevði sagt seg berjast fyri Islamskan Stat í Sýria, náddi at særa fýra fólk, áðrenn hann var steðgaður av løgregluni.
/ritzau/