Papandreou kanska frá í kvøld

Vælvitandi keldur í Athen siga, at George Papandreou, forsætisráðharri, hevur bara nakrar fáar tímar eftir í embætinum, og at hann kanska fer frá longu í kvøld. Sum skilst fer forsætisráðharrin tó ikki frá, fyrr enn semja er fingin um eina savningarstjórn, men sambært grikska sjónvarpinum er semjan komin undir land.

Ein talsmaður fyri stjórnina hjá Papandreou váttar fyri tíðindastovunum, at ein savningarstjórn væntandi verður skipað um nakrar fáa tímar.

Summar keldur siga, at val verður í Grikkalandi, so skjótt grikkar hava víst ES og IMF, at teir eru førir fyri at lúka treytirnar fyri bjargingarpakkanum.