Tá fer Opera.fo, í samstarvi við Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Klaksvíkar Manskóri, at skipa fyri eini spennandi skattajakt fyri tey yngru børnini.
Við íblástri úr kendu operuni “Gandafloytan” eftir Mozart, hevur operasangarin Birita Adela Davidsen tillagað søguna og sangirnar til eina samvirkna ævintýra-skattajakt.
Prinsurin Tamino er bitin av eini risaslangu og bert ein gandadrykkur frá Gandakellingini kann bjarga honum. Gandakellingin manglar tó tilfar, og tí noyðist Papageno inn í vandamikla Gandaskógin at finna allar lutirnar - og honum tørvar hjálp!
Herfinnur Árnafjall spælir leiklutin sum tann syngjandi fuglafangarin Papageno, sum ferðast gjøgnum Gandaskógin við børnunum. Á vegnum hitta tey m.a. prinsessuna Paminu, sum lærir børnini ein sang, disko-trøllið Monostatos, sum fær børnini at dansa, teir syngjandi prestarnar í Vísdómstemplinum og Náttardrotningina við teimum høgu tónunum.
Skattajaktin er uml. 45 min., og er ætlað børnum í aldrinum 5-11 ár.
Atgongumerki fáast á www.varpid.fo
##med2##
Plakat: Rókur Heinesen