Pant í fiskiloyvum

    

Alfred Olsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
?????????????????
Peningastovnarnir ynskja at fáa pant í fiskiloyvunum hjá skipum og bátum, og hava í síni jakstran eftir pantum lagt ynski fram og harvið biðja um hjálpt frá donskum og grønlendskum politikarum á Kristiansborg í seinastu viku.
Peningastovnarnir eiga at vita, at tað er her heima í Føroyum, at ásetingar og møguleikar í fiskiloyvunum vera ásettir. Fiskiskipini søkja um at fáa fiskiloyvi, fyri at kunna fiska og ikki fyri at kunna pantseta fiskiloyvið.
Fiskiloyvi verður givið, fyri at bátar og skip skulu hava møguleikar at troyta fiskigrunnarnar, sum eru ogn føroya fólks, og ikki fyri at peningastovnarnir skulu fáa pant í hesi somu ogn.
At geva peningastovnum pant í fiskiloyvunum, kemur at darva umsetiligheidini av fiskidøgum og skaða fleksibilitetin og dynamikkin í fiskidagaskipan-ini.

Trygdin
Skipini sjálvi, skulu ráða yvir fiskiloyvunum, ið tey hava fingið frá landsstýrinum, og ikki bankarnir. Besta trygdin hjá peningastovnum móti tapi, er at tað gongur væl hjá fiskiskipunum, og ikki eitt pant í fiskiloyvunum.

Ólógligt
Í dag hava skipini ikki loyvi at geva peningastovnunum pant í fiskiloyvum, og skal hetta kunna gerast, so krevst lógarbroyting. Her boðaði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í seinastu viku frá, at sitandi samgonga ikki ætlar at koma við nakrari lógarbroyting, ið gevur skipunum loyvi til at pantseta fiskiloyvini.
Eg loyvi mær at ivast í, um pant í fiskiloyvinum automatiskt vil viðføra lægri rentu ella at ungir menn í størri mun enn nú fara at fáa sær skip.

Verandi fiskiloyvir
Hyggja vit at skipunum undir fiskidagaskipanini, so ráða skipini/bátarnir fult út yvir sínum fiskidøgum, á landgrunninum, á Føroyabanka og yvir kvotuni í Íslandi. Hava tey brúkt 60% av døgunum ella kvotuni, eru tað skipini sjálvi sum avgera nær og til hvønn kvalifiseraðan keypara teir selja, og tað skulu tey framhaldandi hava rætt til.
Hava skipini hinvegin latið bankunum pant í fiskiloyvinum, verður tað panteigarin sum hevur avgerðina, og tað gagnar hvørki skipanini ella samfelagnum.