Møguliga er orsøkin, at tað er fyri at fáa fokus á annað enn politisku trupulleikarnar hjá sitandi landsstýri, at tey nú, kropp av kroppi, loypa upp og skíra undirritaðu fyri ikki at hava sett seg inn í málið, ella fyri at villeiða og siga ósatt um hvat hendi, tá nógv umrøddu hernaðarlógirnar vóru viðgjørdar fyrst á løgtingi og síðan á fólkatingi.
Eg hevði ikki ætlað at farið út í kjak við Høgna Hoydal ella Kristinu Háfoss, tí viðgerðina av málinum á fólkatingi kunnu øll lesa á heimasíðu fólkatingsins, ella fyri at gera tað uppaftur lættari, á heimasíðu Sambandsfloksins. Men tá so formaðurin í uttanlandsnevnd løgtingsins kemur í eini grein við sínum viðmerkingum, so er tað prógvið um, at panikkur er í, tí Hergeir Nielsen blandar alt saman í ein vavgreyt.
Hergeir Nielsen skrivar um uppskotið, ið var viðgjørt á Føroya løgtingi (har undirritaða als ikki luttók undir fyrstu viðgerð, av tí at eg var burturstødd!) og nevnir øll tey málini, meðan hann als ikki hevur uppdagað, at uppskot Torbjørn Jacobsens á fólkatingi var eitt annað, og bert snúði seg um hernaðarlógirnar.
Uppskotið hjá tjóðveldisumboðnum nevndist:
Beslutning nr. B 149
Forslag om folketingsbeslutning
Om at ophæve den danske militære straffelov på Færøerne.
Idet Folketinget anerkender og respekterer, at Færøerne er en selvstændig juridisk enhed, pålægger Folketinget regeringen at tilbagetrække den militære straffelov fra 1973 med senere ændringer, som regeringen uden landsstyrets viden og imod et enigt Lagtings beslutning har bekendtgjort på Færøerne.
Hvørki meira ella minni, og tað er tað málið snýr seg um!
Óneyðugt er at nevna, at Sambandsflokkurin beinanvegin kannaði málið og kundi avdúka, at landsstýrið longu var vitandi um lógirnar.
Til Høgna Hoydal er bert stutt at siga, at heldur hann fram við sínum loysingarpolitikki, við teim fíggjarútlitum sum hansara egni landsstýrismaður við fíggjarmálum tosar so nógv um í hesum døgum, so verður endin, at hann sjálvur leiðir Føroyar aftur í skjútstíðina við teimum ræðumyndum, sum hann málar í síni grein.
Havi eisini hug at nevna tíðina undir seinra heimsbardaga, tá bæði privathús og aðrir bygningar vóru tiknir til hernaðarendamál í Føroyum. Tá var eingin heimastýrislóg, og tað var heldur ikki danskt hernaðarvald, ið hertók ognirnar!
Sjálvandi ynskir ongin okkara at neyðugt verður at brúka hernaðarlógirnar í Føroyum, men at brúka tað, ið hent er, fyri at gera viðurskiftini verri aftur, nú blot annars var komið í fastlæstu og stirvnu viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum, ynskir Sambandsflokkurin ikki. Tí hava vit mótmælt mannagongdini og atkvøtt fyri uppskotunum men samstundis greitt sagt, hvat vit eru ónøgd við og vilja , at tað skal rættast í framtíðini, og tað hava vit eisini fingið lyfti um.