Panikkur ella taktikkur hjá Høgna og co.

Nú kom útmeldingin frá formannið tjóveldisfloksins um, at lógin um skrásett parlag skal roynast í tinginum.

Tað kann undrað mangan at hetta lógaruppskotið yvirhøvur kemur hartil og grundin er sera einføld - Høgni hevur ikki meiriluta við sær í samgonguni og veit, at um hann kemur í tingið við hesum uppskotið, so hava samgongulimir gjørt púra greitt - AT SAMGONGAN ER FOKIN!!!!
Men er orsøkin hjá Høgna kanska ikki ein heilt onnur????
Eitt figgjarlógaruppskot , ella rættari ein fíggjarlógarkladda sum menn/ kvinnur innan samgonguna eru sera ójøvn á málið um, hevur verið til fyrstu viðger og hendan viðgerð var alt annað enn positivt viðgjørd, hvørki frá samgongu ella andstøðu.
Sannleikin er nokk rættari tann, at tjóveldisflokkurin vil finna sær eitt rímingarhol burturúr landsins leiðslu ongantíð ov skjótt,- men tað er sera umráðandi fyri teir, at tað ikki verður fíggjarlógaruppskotið og tann ótolmaða økingin í rakstarútreiðslunum seinastu árini og tær truplu tíðirnar við stórum sparingum ið liggja fyri framman, sum verða orsøkin til slitið.
Orsøkin til slitið skal verða málið um skrásett parlag - við ørðum orðum - Tjóveldisflokkurin skal ikki verða syndarin, men Miðflokkurin og adoptivbarnið hjá fólkaflokkinum nevniliga Sjálvstýrisflokkurin og kanska ein partir av fólkaflokkinum við.
Tykist sum búmerki teirra - tjaldrið er rætt valt, - tá tað várar í Føroyum so kemur tjaldirð men tá tað øtlar í veðrinum so sleppur tað sær burtur aftur.
Soleiðis er ivaleyst eisini við Tjóveldisflokkinum!!!
Livst so spyrst.