Tann fyrri parturin av fótbóltspanelinum á Rás2 í dag snúði seg um Premier League.
André Olsen og Tróndur Arge mettu um dystirnar hetta vikuskiftið, og teir viðgjørdu eisini spælarakeypini hjá nøkrum av stóru feløgunum í Premier League.
Stóri dysturin í Premier League hesaferð er á Emirates leikvøllinum í London í morgin klokkan 12.45, tá Arsenal og Manchester City møtast. Panelið hellir meira til City enn til Arsenal.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr metingarnar hjá André Olsen og Tróndi Arge.










