Sunnudagin verða tær fýra fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið leiktar.
Fótbóltspanelið, sum í dag var mannað við Teiti Joensen og André Olsen halda, at HB er stórfavorittur at vinna á AB á Argjum. Í hinum trimum fjórðingsfinalunum EB/Streymur-NSÍ, Víkingur-KÍ og B68-ÍF er munandi størri spenningur um útfallið.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað sum Teitur Joensen og André Olsen høvdu at siga um fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Fremst í ljóðbrotinum hoyra vit metingarnar hjá Tróndi Arge.