PAM fingið ISO góðkenning


 

20. november 2001 fekk PAM Offshore Service handað ISO9001:2000 góðkenning frá Det Norske Veritas.

Góðskuskipanin umfatar veitan av vørum og tænastum til oljuvinnuna, herundir: Umvælingar og viðlíkahald av mekaniskum/stál, arbeiði, prefabrikatión og nýbygging av rør- og stálkonstruktiónum, beinleiðis søla frá goymslu og útvegan av vørum og eykalutum fyri kundan

PAM Offshore Service varð stovnað í 1998, sum dótturfelag hjá Tórshavnar Skipasmiðju og bjóðar omanfyri nevndu tænastur fram innan oljuvinnuna.

Tað hevur alstóran tydning fyri felagið, at vit nú hava fingið eitt altjóða viðurkenda góðskustýrings góðkenning. Hetta, fyrst og fremst tí at oljufeløgini leggja sera nógvan dent á at undirveitarar teirra hava eina skjalfesta góðskustýrisskipan. Skipanin er blivin roynd í verki gjøgnum eitt arbeiði ið PAM Offshore Service hevur gjørt fyri Amerada Hess farna árið.

Tað var í fjør heyst, at PAM Offshore Service lat tilboð inn uppá at tekna og smíða eina bingju ið serliga verður nýtt at flyta tilfar til og frá boriplli við. Oljufelagið Amerada Hess bjóðaði hetta arbeiði út millum føroysk virkir. PAM Offshore Service fekk sáttmálan og bingjan varð handað Amerada Hess í september mánaði í ár. Bingjan hevur verið nýtt í samband við boringina hjá Amerada Hess, ið er um at vera av. Hetta var fyrsti byggisáttmálin hjá felagnum og av tí at talan var um eina sokallaða prototypu av bingju vóru sera stór krøv sett til skjalfesting og styrkiroyndir av bingjuni