Tað verður ein sannur hátíðardagur í Vági leygardagin 17. oktober. Tá letur nevniliga Páls Høll upp fyri fyrstu ferð. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum, ið hevur latið høllina byggja.
Talan verður um fyrstu 50 metra svimjihyl í Føroyum, og er tað ikki annað enn passandi, at hon er bygd í heimbygdini hjá Føroya fremsta svimjara, Pál Joensen. Eingi ivi er um, at góðu úrslitini hjá Pál Joensen hava skundað undir arbeiðið at gera ein 50 metra svimjihyl.
Nærri verður kunna um skránna fyri hátíðardagin seinni, skriva stigtakararnir.









