Palleba og Fossadun á fløgu

Nú eru nakrir av Føroya bestu og kendastu skemtarum og undirhaldarum frá seksti- og sjeytiárunum at hoyra á fløgu.

 

Hetta hendir, nú fløga er givin út við skemti frá tiltiknu V fýra sendingunum, sum var undirhaldssendingin yvir øllum tá á døgum.

 

Á fløgunum, sum eru tvær í tali, eru 33 skemtileikir, har Hermann Jacobsen er bindiliðið í øllum upptøkunum.

 

Ein upptøka er við Dalla, Sjey brot eru við Palleba og Fossadun, sum ávikavist Hermann og Olivur Næss spældu.

 

Umframt teir báðar, so hoyra vit Hera Smith, Oskar Hermannsson, Elina Mouritsen, Óla Kurt Hansen, Sonna Smith, Gunvør Jensen, Flemming Samuelsen, Eyðun Johannesen, Niels Juel Arge og Ívar Iversen.

 

Á fløgunum verður eisini hermt eftir Jóhan Nielsen, Atla Dam, gamla landslæknanum, Erlendi Paturssyni, Jákupi Frederiki Øregaard, og øðrum kendum føroyingum.