Palle Julsgart sýnir fram í Gallarí Oyggin


 

Listaframsýning


Gallarí Oyggin á Tvøroyri hýsir millum ár og dag mongum listamanni. Hesuferð er túrurin so komin til Palla Julsgart. Palle hevur í hesum døgum listaframsýning í Gallarí Oyggin. At tað stundar móti jólum setir eisini sín serliga dám á listaframsýningina. Møguleiki er at keypa gløgg og holukøkur í Café Art.

Framsýningin við Palla verður fram til 31. desember og opið er hvønn dag frá klokkan 15.00 til klokkan 20.00.