Pallborðsfundur í Kollafirði í kvøld

Í kvøld verður politiskur pallborðsfundur í Kollafirði, og tað eru politisk valfeløg sum skipa fyri.

Veljarin, sum hevur saknað tað góða gamla við veljarafundum, slapp rættiliga at uppliva ein slíkan fund av teimum gomlu, tá bjóðað varð til fundar í Vestmanna seinasta hóskvøld.

 

Í kvøld verður enn ein politiskur pallborðsfundur í Arbeiðsmannafelagshúsinum í Kollafirði, og fundurin í kvøld byrjar klokkan 19.30.

 

Triði og seinasti pallborðsfundurin í hesum umfari verður í Eydnuni á Oyrarbakka mikukvøldið 26. august klokkan 19.30.

 

Tað eru politisku valfeløgini í Norðurstreymoy sum skipa fyri.

 

- Vit vóna, at valevnini fara at geva áhoyrarunum gott grundarlag at seta spurningar, og at fleiri áhugaverdir spurningar fara at koma úr salinum eisini, siga fyrireikararnir.