Pallborðsfundur við einum lista í Vestmanna

Hóast tað bert er ein listi í Vestmanna til kommunuvalið, sum verður hin 13. november, ætla vestmenningar kortini, at veljararnir skulu hoyra, hvat valevnini hava ætlanir um at gera í komandi valskeiði.

Tað er skeinkistaðið Bryggjan í Vestmanna, sum leygarkvøld klokkan 19 fer at skipa fyri pallborðsfundi, har rithøvundurin, Helgi Jacobsen, verður orðstýrari.