Effodeildin: Páll Guðlaugsson var vónsvikin um, at hansara spælarar ikki megnaðu at fáa nakað við sær suður aftur til Tvøroyrar í dystinum ímóti HB ígjár.
TB-venjarin er kortini við gott mót um framtíðina. Hann staðfesti yvirfyri Tróndi Arge á Rás2, at hann heldur fram, sum venjari hjá TB komandi ár. Páll hevur góðar vónir um, at TB aftur verður í fremstu røð í 2015.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Páll Guðlaugsson segði við Trónd Arge aftaná dystin millum HB og TB.