Páll á Reynatúgvu førdi fram á flokstingi Tjóðveldis um vikuskiftið, at ov nógvur dentur verður lagdur á, at øll skulu hava eina miðnámsútbúgving.
Hann heldur, at tey eru alt ov mong, ið fáa sær bókligar útbúgvingar, hóast vit hava stóran tørv á verkafólki í landinum. Hann heldur tí, at størri dentur eigur at verða lagdur á yrkisútbúgvingar og skapandi útbúgvingar enn í dag.
Les eisini Ov nógvir føroyingar fáa sær bókliga útbúgving
Hetta er fallið floksfelaga hansara á løgtingið, Gunvør Balle, fyri bróstið. Í lesarabrævið nýtir hon høvi at minna Páll á Reynatúgvu á, at stevnumið floksins tala fyri, at í framtíðini skulu øll ung í einum árgangi hava eina miðnámsútbúgving, men at tá er eisini talan um at skipa styttri yrkisrættaðar miðnámsútbúgvingar.
Hesi stevnumiðini vóru samtykt á eyka flokstingi so seint sum í fjør, minnir hon Páll á Reynatúgvu á.
- Tá Páll á Reynatúgvu førir fram, at øll ikki skulu hava eina miðnámsútbúgving, er tað ikki í samsvar við politikk floksins, skrivar hon.
Hon skrivar víðari, at miðnámsútbúgvingar í dag eins væl kunnu umfata yrkisútbúgvingar av handaligum slag, men styrkin við eini miðnámsútbúgving í mun til eina reina yrkisútbúgving er, at tann fyrra gevur atgongd til víðari lestur.
- Samfeløg kring heimin og altjóða treytir seta alsamt størri krøv til dygdargott útbúgvingarstøði. Tí skulu øll ung, gjøgnum miðnámsskúlan, hava grundleggjandi, kravdar lærugreinir á ymsum støði og stigum - uttan mun til um tey eru á einum handverks - og yrkisrættaðum skúla, sum td Tekniska Skúla, Handilsskúla ella á einum studentaskúla, skrivar Gunvør Balle.
Hon er tó ikki heilt ósamd við partamanni sínum, um, at tey eru ov nógv, ið fara bókliga vegin í løtuni.
- Eingin ivi er um, at í dag fara ov nógv á studentaskúlar og ov fá velja yrkisrættaðar og handverksútbúgvingar. Hetta eiga vit at broyta. Tí øll eru ikki bóklig og øll skulu ikki lesa langar víðarigangandi útbúgvingar. Samfelagið er fjølbroytt, menniskjan er fjølbroytt og skal sleppa at royna síni evnir í einum fjølbroyttum skúla, ið virðir handverksligar og skapandi útbúgvingar eins høgt og tær bókligu.
- Nýggi Marknagilsdepilin verður ein spennandi og fjølbroyttur miðnámsskúladepil. Hugsi, at tá næmingar frá trimum ymsum skúlum og mentanum verða savnaðir undir einum taki fer ymiskt áhugavert at henda. Gamlar vanahugsanir brótast niður og mørk verða flutt og býti millum hvørji velja studentaskúla og handverksligar og skapandi breytirnar verður javnari. Men øll fáa eina miðnámsútbúgving, skrivar hon at enda.