Páll skiftir til Víking

Víkingur hevur tryggjað sær Páll Mohr Joensen úr HB, har hann hevði ilt við at sleppa framat.

29 ára gamli Páll Mohr Joensen, sum seinastu tíðina ikki er sloppin fram at besta liðnum hjá HB, hevur nú valt at skifta til Víking. Hann váttar fyri in.fo, at sáttmáli varð undirskrivaður fyrr í vikuni, og at hann er galdandi restina av kappingarárinum.


Páll hevur seinast spælt við næstbesta liðnum hjá HB, men hann hevur tó góð hagtøl í Effodeildini, har hann sambært Faroesoccer hevur skotið 30 mál í 133 dystum.


Í Sosialinum í morgin verður meiri at lesa um hví hann hevur valt at fara úr HB, samstundis sum hann greiðir frá hvør hansara leiklutur ætlandi skal vera í Víkingi.