Páll Finnur Páll eru júst komnir á pallin, og nógv fólk eru møtt upp til lurta eftir teimum. Hóast teir bert hava sungið nakrar fáar sangir kann sigast, at fjøldin syngur sera væl við. Tað sæst langan veg at tey flestu, ið eru møtt upp í kvøld, kenna sera væl bólkin, tí tað verður sungið við av øllum alvi.
Tað er farið at skýma í Keypmannahavn, og hóast tað sirmar eitt sindur, merkist tað ikki á festival gestunum. Fólk eru í góðum lag, og síggja út til at hugna sær óført, og njóta framførsluna hjá dreingjunum í teimum eyðkendu reyðu skjúrtunum.
Tikið samanum, kann ikki sigast annað enn at Páll Finnur Páll enn einaferð hava megna at fingið alla fjøldina við sær.