Páll Fangi átti besta endaspurtin

Kappingin millum 6-mannaførini var skiftandi, inntil klaksvíkingar í spurtinum settu alt upp á pláss

Tíggju bátar í einari og somu kapping er sjáldsamt í kappróðrinum hesi seinastu árini.

Soleiðis var tað í kappingini millum 6-mannaførini við monnum í dag, og tað var eisini sjáldsamt, hvussu skiftandi og tætt og spennandi tað var.

Páll Fangi úr Klaksvík, Rádni úr Fuglafirði, Hvessingur við manning úr Suðuroy, Tvørabáturin og Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri bjóðaðu allir av í kappingini um fremsta plássið, og í hvussu so er í kappingini um næstfremsta plássið var tað sera tætt og spennandi, tá ið bátarnir fóru um málið.

Fram ímóti málinum vísti tað seg, at teir úr Klaksvík áttu flestu kreftirnar og mestu orkuna, og Páll Fangi var eina hálva bátslongd undan hinum, tá ið teir fóru um málið. Á jóansøku vann Hvessingur, og í dag var hann næstfremstur og Tvørabáturin endaði á triðja plássi – eitt vet frammanfyri Jarnbard og Rádna - og vann harvið bestu plaseringina higartil í ár.

 

1Páll Fangi04:52.02  
2Hvessingur04:53.07  
3Tvørabáturin04:54.00  
4Jarnbardur04:54.01  
5Rádni04:54.05  
6Sølmundur04:59.02  
7Lómur05:00.18  
8Smyril05:04.06  
9Gongurólvur05:05.04  
10Kollfirðingur05:05.21