Páll, Deni og Jesper tørna allir til aftur

KÍ liðið í Lettlandi er sammett við nógvu tær undanfarnu ferðirnar í broyttari útgávu

Páll A. Klettskarð og Jákup B. Andreasen eru tveir av lyklaspælarunum hjá KÍ

Tað er í heilt stóru og týdningarmiklu dystunum, at venjararnir í úttøku av liðnum geva til kennar, hvørjir spælararnir eru, sum teir halda mest av, og sum teir gera nógv fyri at hava tøkar, tá ið tað veruliga ræður um.

 

Soleiðis kennist tað eisini at vera hjá KÍ, nú Mikkjal Thoamssen hevur kunngjørt, hvørjir teir 11 eru, sum skulu verja borg og viðhvørt leypa á, tá ið KÍ klokkan 17 fer at spæla ímóti RFS í Lettlandi.

 

Tríggir teirra, sum venjarin seinastu árini hevur roknað at vera millum teir stinnastu, hava ikki verið so drúgvir higartil í ár. Talan er um metmannin í Klaksvík Páll A. Klettskarð, verjukenda miðvallaran Deni Pavlovic og verjuspælaran Jesper Brinck.

 

Í dag eru teir allir tríggir millum teir fyrstu ellivu:

 

Mathias Rosenørn - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Claes Kronberg - Páll A. Klettskarð, Bob Sumareh

 

Á beinkinum: Kristian Joensen, Dávid Langgaard, Símun Kalsø, Jonn Johannesen, Ivar Sollie Rønning, Daniel Björkman, Jasper Van Der Heyden, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Boris Došljak, Óli Eyðsteinson Poulsen

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen

 

Páll A. Klettskarð og Jákup B. Andreasen eru tveir av lyklaspælarunum hjá KÍ