Palestinar kunnu fáa partar av Jerusalem

Júst sum leiðararnir hjá ísraelsmonnum og palestinum eru komnir til Washington at tosa um at taka friðarsamráðingarnar uppaftur, sigur ísraelski verjumálaráðharrin, at Ísrael er sinnað at lata palestinum partar av Jerusalem sum lið í einari komandi friðaravtalu.

Ehud Barak, verjumálaráðharri, sigur við ísraelska blaðið Ha´aretz, at ísraelsmenn skulu hava Vestur-Jerusalem og tólv jødiskar býarpartar við 200.000 íbúgvum. Palestinar kunnu so fáa teir arabisku býarpartarnar, har umleið 250.000 palestinar búgva. Tað ber í sær, at palestinar kunnu fáa eftirlitið við tí gamla býnum, har Grátimúrurin og al-Aqsa-moskan eru.

Ísrael hersetti tann palestinska Eystur-Jerusalem í 1967 og hevur síðani innlimað økið í landið, men tað hevur altjóða samfelagið ongantíð viðurkent.

Palestinar krevja, at Eystur-Jerusalem verður høvuðsstaður í einum komandi palestinskum ríki.