Miðeystur
Heini í Skorini
Heini_skorini@yahoo.com
- Øll vilja so fegin kjósa ein vinnara og ein tapara, og global semja tykist vera um, at Ísrael tapti, meðan Hizbollah vann. Men hetta er tengt at, hvørjar ambitiónirnar og væntanirnar vóru undan krígnum. Endamálið hjá Ísrael var sera optimistiskt og ambitiøst einaferð fyri allar at niðurberja Hizbollah, men hetta eydnaðist ikki. Í so máta hevur Ísrael tapt, tí stríðið fer at halda fram og kyknar uppaftur fyrr ella seinni.
Soleiðis sigur danski korrespondenturin á Weekendavísini, Martin Krasnik, um stríðið millum shiamuslimska felagsskapin Hizbollah og ísraelsku stjórnina, sum kyknaði upp aftur tann 12. juli í ár, tá tveir ísraelskir hermenn vórðu burturførdir á libanesiska markinum. Eitt søguligt og áralangt stríð, sum við jøvnum millumbilum eskalerar og elvir til beinleiðis hernaðarligar samanbrestir við stórum sivilum mannfalli.
Martin Krasnik, sum hevði fyrilestur í Miðlahúsinum í apríl mánaði í ár, hevur skrivað úr Norðurísrael undir allari kreppuni, og staddur í Norðurísrael til arbeiðis játtaði hann Sosialinum at svara nøkrum spurningum.
Ov tíðliga at kjósa vinnara
Hóast ísraelska stjórnin sambært Krasnik á ein hátt stendur eftir sum tapari, tí tað ikki eydnaðist henni at realisera fráboðaðu ætlanina um at gera av við Hizbollah, er henda niðurstøða sambært krígskorrespondentinum ov einføld. Sambært Krasnik letur heimspressan seg lumpa av sigursgongunum og sigursælu demonstratiónunum í arabiska heiminum. Tá smílandi andlitið hjá Hizbollah-leiðaranum Sheik Hassan Nasrallah trínur fram á BBC-yvirskriftunum, og tá Hizbollah-hermenn koma krúpandi undan sundursorlaðu húsatoftunum í Suðurbeirut og skíra seg sum vinnarar, kann hetta sambært Krasnik elva til misskiljingar.
- Málið hjá Hizbollah var rætt og slætt at yvirliva, og um tað er eitt succeskriterium, er tað lætt at kalla seg vinnara. Men sannleikin er, at Ísrael hevur oyðilagt stóran part av hernaðarligu útgerðini hjá Hizbollah. Um tað vísir seg, at tað eydnast at fáa eina sterka altjóða herdeild inn í økið við einum ST-mandati aftanfyri seg, kann Hizbollah missa sítt heim, sín sterkasta skansa, og samstundis hava bæði Iran og Sýria mist týdningarmiklasta strategiska økið í stríðnum móti Ísrael. Libanesiski herurin hevur fyri fyrstu ferð í tjúgu ár sent hermenn inn í Suðurlibanon, og Hizbollah, sum í áratíggjur hevur verið ein statur í statinum, er av álvara hótt. Um hetta verður eftirspælið, hevur Ísrael vunnið nógv við krígnum, sigur Martin Krasnik.
Men Krasnik leggur afturat, at tað er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu um, hvør vann og hvør tapti. Alt er tengt at, hvat hendir í Suðurlibanon komandi mánaðirnar.
Spurdur, hvat Hizbollah hevur fingið burtur úr krígnum, svarar Krasnik.
- Málið hjá Hizbollah var bert at senda fleiri túsund rakettir inn í Ísrael og annars at yvirliva. Tað eydnaðist teimum, og tað demonstreraðu teir so dyggiliga, tá teir á seinasta degi áðrenn vápnahvíldina sendu yvir 200 rakettir inn í Galilea í Norðurísrael. Tí líkist Hizbollah einum vinnara, og tí síggja vit sigursrúsin í gøtunum í arabiska heiminum, sigur Martin Krasnik.
Kríggið
Burturflytingin tann 12. juli elvdi dagliga til vápnaðar samanbrestir, rakettálop og bumbuálop í fleiri vikur. Hizbollah tók teir báðar hermenninar við endamálinum at trýsta Ísrael at leyslata nakrar av teimum fleiri túsund palestinsku og libanesisku fangunum, sum uttan rættargongd sita í ísraelskum fongslum mistonktir fyri yvirgangsvirksemi.
Hesin háttur at trýsta Ísrael hevur nevniliga givið úrslit áður. Í oktober í 2000 lat ísraelska stjórnin 19 libanesiskar og 1600 palestinskar fangar leysar fyri tríggjar ísraelskar hermenn, sum tá vórðu tiknir. Og í 2004 vórðu 436 arabiskir fangar og líkini av 59 "pínslarváttum" leysgivnir úr ísraelskum fongslum, eftir at navnframi ísraelski vinnulívsmaðurin, Elhanan Tannenbaum, varð hildin gísli í Libanon.
Men hesaferð sýtti Ísrael fyri fleiri leyslatingum og fór í staðin í kríggj. Samanbrestirnir vardu fram til tann 14. august, tá partarnir samdust um vápnahvíld við samtykt í ST-trygdarráðnum. Ætlanin hjá Sameindu Tjóðum er nú at senda friðarvarðveitandi herlið á 15.000 hermenn inn í Suðurlibanon saman við libanesiska herinum, sum eisini skal telja 15.000 hermenn. Í skrivandi stund er kortini ógreitt, hvussu nógvar hermenn evropeisku londini eru sinnað at senda, og um ST-ætlanin tí gerst veruleiki.
Hizbollah
Men Hizbollah-felagsskapurin er ikki hvør sum helst, og hóast milliardirnar úr USA hava gjørt Ísrael til ein hernaðarligan risa í regiónini, verður Hizbollah ikki trýst úr Suðurlibanon uttan trupulleikar. Hernaðarligi vongurin hjá Hizbollah, al-Muqawama al-Islamiyya, er ein av sterkastu hernaðarligu aktørunum í øllum tí arabiska heiminum, og við 500 milliónum dollarum á síni árligu fíggjarætlan, harav ein fimtingur kemur úr Iran, og 15.000 servandum hermonnum, er talan um eina framkomna og avanseraða hernaðarmegi, sum kann geva bæði ST og Ísrael stóra mótstøðu.
Henda styrki teirra kom til sjóndar í ár 2000, tá tað eydnaðist al-Muqawama al Islamiyya at trýsta ísraelska herin IDF úr Suðurlibanon. Við hesum stórsigri fekk Hizbollah nærmast hetjustatus í arabiska heiminum, og fleiri serfrøðingar hava eftir hetta mett felagsskapin at vera einasta arabiska aktørin, sum veruliga kann volda Ísrael trupulleikar.
Við hesum í huga viðurkennir Krasnik, at Hizbollah ikki kann flytast úr Suðurlibanon uttan stórvegis hóvasták. Sambært honum verður tað avgerandi, hvussu altjóða samfelagið fer at fyrihalda seg til stuðulin úr Iran og Sýria.
- Tætta samstarvið millum Hizbollah, Iran og Sýria ger alliansuna sera sterka og trupla fyri Ísrael, og tí fara Iran og Sýria at gera alt fyri at forða, at Hizbollah missir valdið í økinum. Ein avgerandi faktorur komandi tíðina verður tí, hvat Iran og Sýria velja at gera, og ikki minst hvussu altjóða samfelagið fyriheldur seg til hesi bæði londini. Um USA, ST og ES gera Ahmadinejad og Assad greitt (ávikavist iranski og sýriski forsetin, blðm.), at meiri stuðul til Hizbollah ikki verður góðtikin, og um hesir báðir statsleiðarar geva eftir fyri trýstinum, verður tað truplari hjá Hizbollah at varðveita valdið, sigur Krasnik.
Um tað skuldi eydnast altjóða samfelagnum at upploysa alliansuna, verður tað ein radikal broyting fyri politiska landslagið í Miðeystri. Sýriska fregnartænastan hevur í mong ár havt tætt samstarv við Hizbollah, samstundis sum umboð úr Teheran sita í útinnandi valdinum í Hizbollah, Shura Karar, sum upprunaliga tók avgerðina um at taka ísraelsku hermenninar til gísla.
Tann sannroynd, at Hizbollah er ein vælumtóktur flokkur í Suðurlibanon, ger tað eisini trupult at flyta og avvápna felagsskapin. Saman við vápnaða vonginum er Hizbollah ein virkin innanríkispolitiskur aktørur við einum sterkum sosialum profili. Felagsskapurin stillaði fyri fyrstu ferð upp til val í 1992 og gjørdist partur av libanesiska parlamentinum, og síðani tá hevur Nasrallah gjørt ymisk kompromis við bæði kristnar og drusiskar politiskar leiðarar í Libanon við endamálinum at fáa fótafesti í libanesiskum innanríkispolitikki. Hetta hóast yvirlýsta endamálið hjá Hizbollah framvegis er at avtaka religiøsu pluralismuna og stovnseta islamiska statin.
Eingin loysn í Palestina
Eitt høvuðseyðkenni hjá Hizbollah er treytaleysi solidariteturin við palestinska fólkinum, og hetta kemur m.a. til sjóndar á sjónvarpsstøðini hjá Hizbollah, al-Manar, sum hevur gjørt tjóðarstríðið í Palestina til høvuðstilfar. Men Martin Krasnik vísir á, at Hizbollah í veruleikanum mótarbeiðir eini loysn í palestinsku sjálvstýrisøkjunum, og tí var palestinski loyaliteturin við Hizbollah ígjøgnum stríðið í juli ein stór andsøgn.
- Tað mest syrgiliga er, at kríggið móti Hizbollah hevur gjørt av við allar vónir um eina loysn millum Ísrael og palestinsku sjálvstýrisøkini í nærmastu framtíð, tí Ísrael hevur í núverandi støðu ikki ráð til fleiri stórar, kontroversiellar og vandamiklar avgerðir. Politiska dirvið er heilt einfalt ikki til staðar eftir eitt traumatiskt summar í Suðurlibanon, sigur Martin Krasnik.
Hann vísir á, at ísraelski forsætisráðharrin Ehud Olmert fór á val við lyftinum um at taka aftur ísraelsku niðursetubygdirnar í palestinskum økjum og harvið loyva palestinum framat innanfyri egin landamørk. Men eftir eitt blóðugt summar, einum apatiskum og depressivum stemningi í Ísrael og einum ísraelskum forsætisráðharra, sum ongantíð hevur staðið seg so illa í meiningakanningunum, er Ísrael ikki til reiðar at gjøgnumføra nýggjar ætlanir, sum kunnu betra um viðurskiftini við Palestina, men sum tó altíð elva til innanríkispolitiskar ósemjur og stríð. Sambært Martin Krasnik er stóri taparin tí hvørki Ísrael ella Hizbollah, men palestinsku sjálvstýrisøkini, sum framhaldandi mugu sláa seg til tols við status quo.
Høvuðsmynd:
- Ísrael hevur oyðilagt stóran part av hernaðarligu útgerðini hjá Hizbollah, og um tað vísir seg, at tað eydnast at fáa eina sterka altjóða herdeild inn í økið við einum ST-mandati aftanfyri seg, kann Hizbollah missa sítt heim, sín sterkasta skansa, og samstundis hava bæði Iran og Sýria mist týdningarmiklasta strategiska økið í stríðnum móti Ísrael, sigur danski journalisturin Martin Krasnik um stríðið millum Ísrael og Hizbollah
Lítil mynd:
- Tað mest syrgiliga av øllum er, at kríggið móti Hizbollah hevur gjørt av við allar vónir um eina loysn millum Ísrael og palestinsku sjálvstýrisøkini í nærmastu framtíð, sigur danski korrespondenturin á Weekendavísini, Martin Krasnik, sum hevur skrivað úr Norðurísrael undir kreppuni millum Ísrael og Hizbollah
Mynd: Símun Hansen
Faktoboks:
12. juli tók ísraelska stjórnin stig til hernaðarlig álop á Suðurlibanon, eftir at tveir ísraelskir hermenn vórðu burturførdir av Hizbollah-felagsskapinum á markinum millum Libanon og Ísrael. Hizbollah svaraði aftur við rakettum inn í Norðurísrael. 14. august varð vápnahvíld fingin í lag eftir samtykt í ST-trygdarráðnum, og samtyktin álegði eisini ST at senda friðarvarðveitandi herdeildir inn í Suðurlibanon, sum saman við libanesiska herinum skal fáa frið í økinum.