- Pál gjørdist føroysk tjóðarhetja við hjálp av nøkrum vektum í einum betongkjallara. Soljóðandi er yvirskriftin á greinini um Pál Joensen, sum stendur Politiken hevur skrivað í dag.
Í greinini sigur Pál Joensen millum annað, at honum dámar væl at hava møguleikan at goyma seg eitt sindur burtur í Danmark.
- Eg eri ein introvert typa, og eg veit ikki heilt, hvussu eg skal takla tað, tí eg brenni sum so ikki fyri, at verða móttikin sum hetja. Men tað er ein fjálg kensla at merkja stuðulin og stoltleikan yvir míni avrik, sigur Pál Joensen um tað, at hann er vorðin tjóðarhetja í Føroyum.
Greinin leggur stóran dent á tey vánaligu korini, sum vóru í Vági, tá Pál Joensen byrjaði at svimja av fyrstan tíð. Svimjihylurin í Vági var einans 25 metrar langur og hevði einans fýra geilar, meðan tað vóru nakrar fáar vektir í kjallaranum til styrkivenjing.
- Venjingarumstøðurnar vóru tí langt frá glæsiligar hjá føroyska svimjaranum, áðrenn hann skifti heimbygdina út við Keypmannahavn aftan á OL í London í 2012, skrivar høvundurin.
- Eg havi fingið ein vilja til at mótprógva, at man ikki kann klatra til topps um man er føroyingur, tí at umstøðurnar ikki loyva tí, sigur Pál Joensen.
At enda í greinini verður nortið við nýggja langhylin, sum er undir bygging í Vági. Pál Joensen sigur, at hóast hann ikki væntar, at hann sjálvur fer at nýta hylin nógv, so gleðist hann um, at hann hevur spælt ein týdningarmiklan leiklut í verkinum, at fáa langhylin bygdan, sum millum annað fer at koma lítlabeiggja hansara til góða.
Greinin í Politiken kann lesast her.