Pál føroyameistari fyri 100. ferð

Pál Joensen hevur nú 100 ferðir vunnið gull á FøroyaMeistarastevnu í svimjing

Pál Joensen varð fyri løtu síðani føroyameistari fyri 100. ferð, tá ið hann á FM 2014 vann gull við liðnum hjá Suðuroyar Svimjifelag í 4x100 metra frísvimjing. Her telja vit gull bæði sum einstaklingur og sum partur av einum liði; í morgin hevur hann møguleika at taka sítt 100. sum einstaklingur.