Fyrsta FM kappingin á langgeil nakrantíð er í Páls Høll í Vági í hesum døgum. Tey løgdu fyri í gjár, og tað verður hildið fram inntil í morgin.
Einasta minus við kappingini verður sagt at vera, at maðurin, sum høllin er uppkallað eftir, ikki er við í kappingini. Føroya besti svimjari og Føroya størsta ítróttarnavn nakrantíð, Pál Joensen, hevur ikki stundir at vera í heimbygdini um vikuskiftið.
Pál stríðist við fyrireikingar, sum ætlast at bera við sær kvalifikatión at luttaka í OL í Rio í august.
Ein liður í hesum fyrireikingunum er altjóða kapping, sum í hesum døgum er í skotska høvuðsstaðnum Eginburgh - Edinburgh International í Royal Commenwelth Pool.
Í dag kappaðist Pál Joensen á 1500 metrum frí, sum er fremst greinin hjá honum, og tað gekk upp á stás, tí Pál var fyrstur á mál.










