Pakningurin og marknaðarføringin hava størri týdning enn innihaldið

Valstríðið í Danmark er meiri enn nakrantíð eyðkent av, at tað eru tey, sum eru køn í marknaðarrøkt og sølu, sum seta dagsskránna heldur enn politikarar, ið eru upptiknir av grundleggjandi politiskum hugsjónum

Jóannes Hansen
??????????????

Fólkatingsvalið í Danmark annan týsdag snýr seg um, um Anders Fogh Rasmussen og Vinstri flokkurin og Konservativi Fólkaflokkurin við stuðli frá Danska Fólkaflokkinum skulu halda fram í stjórn, ella um Mogens Lykketoft og Javnaðarflokkurin saman við Radikala Vinstra Flokkinum og stuðlaðir av SF og Eindarlistanum skulu vinna valdið aftur, eftir at tey hava verið í andstøðu síðani síðst í 2001.
Gongdin í Danmark seinastu árini hevur verið, at blokkpolitikkurin er vorðin meiri eyðsýndur. Harvið er samstarvandi fólkaræðið, sum tað varð nevnt, tá ið Danmark plagdi at verða stýrt av minnilutastjórnum, og flokkarnir samstarvaðu meiri tvørtur um miðjuna ikki so sjónskt. Tað var tað, tá ið Radikali Vinstri Flokkurin, Javnaðarflokkurin, Konservativi Flokkurin og Vinstri flokkurin, sum hava havt ella tikið sær heitið stjórnarberandi flokkarnir, áður hava funnið saman og í felag hava verið trygd fyri konsensus í politiska lívinum.
Um politikkurin fer at vera so nógv øðrvísi, um annar blokkurin ella hin fer at vinna, er ivasamt - í hvussu so er á økinum, sum tað verður mest tosað um. Búskaparpolitikkurin telur nógv, og har eru partarnir ikki so ósamdir. Tá ið tað gongur annan ella hin vegin, hevur orsøkin verið altjóða gongdini heldur enn, at tað hevur verið so stór ósemja um mál og mátar í almenna leiklutinum í búskapinum.
Men partarnir eru ikki samdir í eitt nú flóttafólkapolitikkinum og í mentanarpolitikkinum - t. d. um TV2 skal privatiserast ella ikki.
Spinnið
Møguleikarnir í Føroyum at fylgja danska valstríðnum eru størri enn fyri hálvum fjórða ári síðani. DR1 og DR2 síggjast nógva staðni, og TV2 er ikki ókent. Og tað er skjótt at staðfesta, at tað í nógvum førum í danska valstríðnum snýr seg um pakningin heldur enn um innihaldið, og at diskussiónirnar eru nógvar um, hví hesir hava pakkað soleiðis inn og hinir á annan hátt, og hvør tað er, sum hevur gjørt av, hvussu pakningurin skal síggja út, og hvussu hann skal vísast fram.
Tað ræður mest um at varðveita stjórnarskrivstovurnar ella at vinna stjórnarskrivstovurnar. Politisku hugsjónirnar, sum tær hava verið kendar, eru ikki so lættar at fáa eyga á. Í retorikkinum hoyrist um borgarligar høgra flokkar og sosialistiskar vinstra flokkar, men í politikkinum er ilt at síggja munirnar.
Fleiri sendingar lýsa rættuliga væl, hvat tað er, sum gongur fyri seg. Serliga áhugaverd er sendingin á DR2, sum eitur Jersild og spin, ið aftur verður á skránni í kvøld. Hugtakið at spinna og spinndoktarar er vorðið viðurkent sum alneyðugt fyri at standa seg í valum. Tað hevur leingi verið kent í eitt nú USA, Onglandi og Svøríki.
Ráðgevarar og ráðlegging hava altíð verið partur av politikkinum og valstríðnum. Nú er hetta meiri eyðsýnt og góðtikið. Í sjónvarpinum verða samrøður gjørdar við spinndoktararnar, og fyrrverandi spinndoktarar luttaka í sendingum og meta um, hvat verður spunnið, hví tað verður spunnið, hvussu spinnið riggar, og hvat tað kann roknast við fer at verða mótspunnið!
Serliga eru tað stóru flokkarnir - Vinstri flokkurin og Javnaðarflokkurin - sum hava spinndoktarar og spinna nógv. Báðir flokkarnir høvdu í november fólk í USA, har tey við at eygleiða valstríðið fingu íblástur. Harvið er valstríðið í Danmark nógv amerikaniserað. Serliga tað, sum gongur fyri seg í sjónvarpinum, uttan at hetta skal skiljast soleiðis, at tað ikki er annað valstríð enn tað í sjónvarpinum. Valstríðið gongur eisini fyri seg eitt nú á arbeiðsplássum og í handilshúsum, meðan fundartalið av tí gamla slagnum ikki er tað, sum tað plagdi at vera.
Søgan
Flokspolitiska søgan í Danmark er stívliga hundrað ára gomul. Tað verður tosað um teir fýra gomlu flokkarnar. Sosialdemokratarnir ella Javnaðarflokkurin, Vinstri flokkurin, Radikali Vinstri flokkurin og Konservativi Fólkaflokkurin, sum søgdust eiga serligan tokka millum hvør sína stætt: Javnaðarflokkurin og arbeiðararnir, Vinstri flokkurin og bóndurnir, Radikali Vinstri flokkurin og smábóndur og tey intellektuellu og Konservativi Fólkaflokkurin og arbeiðsgevararnir.
Moskva trúgvi Kommunistaflokkurin var stinnur undir krígnum og fram í fimti árini, men eftir sovjetisku innrásina í Ungarn fór hann næstan burtur í einki, og Sosialistiski Fólkaflokkurin, sum hevur roynt at spæla leiklutin sum ringa samvitskan hjá Javnaðarflokkinum, yvirtók leiklutin hjá kommunistunum. Í seksti árunum fór SF í tvíningar. Vinstrasosialistarnir, sum ikki vóru so fegnir um samstarvið hjá SF við Javnaðarflokkin, sóu dagsins ljós, og fram í sjeyti árini var ein ørgrynna av smáum meiri og minni kollveltingarsinnaðum sosialistiskum og kommunistiskum flokkum, sum ikki vunnu inn á ting. Leivdirnar av hesum eru nú savnaðar í tí, sum eitur Eindarlistin.
Fyrrapartin av sjeyti árunum varð Kristiligi Fólkaflokkurin, sum nú eitur Kristendemokraterne, stovnaður. Tað vóru tey, sum mettu, at hinir flokkarnir ikki vardu kristnu virðini nóg væl, tá ið eitt nú fosturtøka og porno fingu ov fríari ræsur. Um somu tíð stovnaði Mogens Glistrup Framburðsflokkin. Tað gjørdi hann, tí hann helt, at danir tóku ov væl ímóti útlendingum, brúktu ov nógv til hernaðarútreiðslur, vóru púra skeivir við at fara upp í EEC og rindaðu ov nógv í skatti.
Eftir eljustríð og sundurlimingar og samanrenningar og aftur sundurlutingar orsaka av persónsstríði og iva um, hvør politikkurin hjá populistiska flokkinum var, er Framburðsflokkurin nú vorðin til Dansk Folkeparti.
Erhard Jacobsen stovnaði Centrumdemokratarnar, tí hann helt, at Javnaðarflokkurin varð vorðin ov vinstravendur, sammett við tað, sum hann hevði verið, tá ið ungi Erhard og Stauning gamli ferðaðust runt og hildu politiskar fundir. Eitt nú metti Erhard gamla flokkin hjá sær, Javnaðarflokkin, at fara ov illa við húsaánarunum og bilánarunum. Tað var ikki rætt, nú eisini tey, sum valdu Javnaðarflokkin, áttu hús og bil, staðfesti Erhard og bjóðaði teimum upp í sín flokk. Nú er Erhard deyður, og dótturin, Mimi, tykist ikki hava somu søluevnir,sum pápin hevði. Flokkurin er ikki í Fólkatinginum, og vánirnar eru ikki góðar hjá CD.
Eftir at Danmark í 1973 var farið upp í EEC ella ES, sum tað nú eitur, syndraðist politiska skipanin uppaftur meiri. Fólkafylkingin ímóti EEC og seinni eisini Juni rørslan, sum var fyri ES, funnu sær veg á pallin (tó bara til ES valini), og flokkar og rørslur við avmarkaðum áhugamálum gjørdu eisini um seg í sera turbulentum tíðarskeiði, ið var eyðkent av fólkatingsvalum so at siga annaðhvørt ár.
Nýggjar tíðir
Danska samfelagið er broytt nógv og skjótt. Tillagingarnar eftir ES limaskapin og altjóðagerðingina og globaliseringina hava verið veldugar, og tað hevur sæst aftur í politisku flokkunum. Gomlu samfelagsstættirnir eru væl kámari, enn teir vóru. Vælferðin hevur havt við sær, at arbeiðarastættin er minkað. Útbúgvingarstøðið er hækkað, og miðalstættin er vaksin. Sum í USA, Onglandi og alla aðra staðni, har tað gongur væl, stendur stríðið nú um miðalstættina.
Vinstri flokkurin er ikki longur bara bóndaflokkur, men eisini flokkurin hjá nýmótans býarfólkum, og sum eitt nú eisini í Noregi so tykist Javnaðarflokkurin hava trupulleikar av at vera flokkurin hjá lønmóttakarunum, sum nú er væl fjølttáttari bólkur, enn hann var. Kanningar vísa, at heldur enn tey ólærdu, so eru tað tey í vælferðartænastum, sum eru grundstuðulin hjá Javnaðarflokkinum - lærarar, pedagogar, sjúkrasystrar osv. Ólærd stuðla umframt Javnaðarflokkinum og teimum til vinstru eisini Danska Fólkaflokkinum, sum sigur teimum, at útlendingarnir stjala arbeiðsplássini frá teimum, og Vinstri flokkurin fær undirtøku frá øðrum og triðja ættarliðnum hjá teimum, sum alt sítt lív stuðlaðu Javnaðarflokkin. Samhaldsfesti hevur ikki sama innihald, sum tað hevði.
Veljarin er ikki longur floksbundin. Talið á kjarnuveljarum er minkað, og talið á marginalveljarum økist. Mitt í hesi vikuni varð roknað við, at 900 túsund veljarar framvegis ivaðust. Tað er ein rættuliga stórur partur av veljarafjøldini. Tey flestu av teimum ivandi sigast at vera konufólk. Lutfalsliga stórur partur av teimum hevur hildið seg til Javnaðarflokkin.
Valstríðið er sølumarknaður. Í staðin fyri at fríggja til samfelagsstættir verður fríggjað til áhugabólkar. Allir geva lyftir til barnafamiljur, pensionistar, arbeiðsleys, lesandi og lærlingar og allar hugsandi bólkar. Um vallyftini verða vigað í fíggjarlógum, so høvdu útreiðslurnar verið mangar ferðir størri, enn tær nú eru.
Nú verður sagt, at Anders Fogh Rasmussen hevur spílað seg út fyri at fáa fatur á konufólkunum. Spinndoktararnir hava síðstu mánaðirnar ráðgivið honum, at hann skal leggja seg eftir at fokusera upp á bleytu virðini. Eitt nú spurningar, sum hava við barnafamiljur og gomul at gera. Tað hevur forsætismálaráðharrin gjørt, og nú ivast nógvar kvinnur í, um tær annan týsdag heldur skulu velja Vinstra flokkin enn Javnaðarflokkin.
Anders Fogh hevur lúrt Tony Blair av, og tað hevur hann dugað so mikið væl, at Vinstri flokkurin er størsti flokkur í Danmark, og eftir øllum at døma verður hann uppaftur meiri størstur eftir valið.
Valúrslitið sigst verða tengt at trúvirðinum hjá teimum, sum royna at selja boðskapin. Anders Fogh tykist vera betri sølumaður enn Mogens Lykketoft. Hann hevur størri útstráling, kennist meiri miðvísur, tryggur og greiður í sjónvarpinum, og tað hevur við sær, at tað rennur nógv í atkvøðukassan hjá Vinstra flokkinum.
Mogens Lykketoft plagar at siga, at hagtalsliga hava 60 prosent av veljarunum í hvussu so er eina ferð atkvøtt fyri Javnaðarflokkinum, og at teir eiga at hugsa um aftur hesa ferð at seta krossin har, men soleiðis verður tað eftir øllum at døma ikki. Um ikki okkurt heilt óvæntað tekur seg upp síðstu vikuna í valstríðnum, so fer Javnaðarflokkurin, sum fram í seksti árini og eisini síðst í sjeyti árunum og fyrst í níti árunum átti væl omanfyri triðingin av atkvøðunum og harvið náturliga átti stjórnarberandi leiklutin, hesa ferð at detta niður móti fjórðinginum av atkvøðunum, meðan Vinstri flokkurin fer at fáa meiri enn triðingin.
Úrslitið hjá Javnaðarflokkinum fer harvið at minna um katastrofuvalið í 1973.
Um úrslitið verður, sum kanningarnar benda á, so er tað søguligt, at Vinstri flokkurin fer at halda fram í forsætismálaráðnum. Tað er ongantíð komið fyri áður í tey 104 árini, síðani stjórnarleiðslan í Danmark gjørdist treytað av parlamentariskari undirtøku. Tað er ofta komið fyri, at skiftandi formenn í Javnaðarflokkinum hava hildið fram í forsætismálaráðnum eftir val, og í áttati árunum var Poul Schlüter úr Konservativa Fólkaflokkinum stjórnarleiðari í tíggju ár. Hann tók við í 1982, og hann helt fram eftir valini í 1984, 1987, 1988 og aftur í 1990.
Nú bendir alt á, at formaðurin í Vinstra flokkinum fer at halda fram. Í staðin fyri at Javnaðarflokkurin skal vera í lyklastøðu, soleiðis sum hann fyri tað mesta var tað í ídnaðarsamfelagnum frá í 1920unum og fram til 1982, so tykjast danir í nýggja og globaliseraða vitanarsamfelagnum og nýtslusamfelagnum vilja hava stjórnarábyrgdina at ganga eftir tørni, og tørnini eru umleið tíggju ár. Poul Schlüter átti áttati árini í forsætismálaráðnum, Poul Nyrup Rasmussen átti níti árini, og Anders Fogh Rasmussen tykist skula eiga fyrsta tíggju ára skeiðið í hesi øldini.
Tað kann væl vera, at úrslitið fer at laga seg soleiðis, at tað fer at bera stjórnarleiðaranum til at velja ímillum, um hann fer at vilja hava Dansk Folkaparti ella Radikala Vinstra Flokkin sum parlamentariskt grundarlag afturat Konservativa Fólkaflokkinum. So stinnir hava Konservativi Fólkaflokkurin og Vinstri flokkurin ongantíð áður staðið saman. Men í politikki eru tíggju dagar long tíð, so nú fæst at síggja.