Ein kvinna lat lív, og ein maður varð illa særdur, tá ein bumba brast inni á einari skrivstovu í miðbýnum í París í dag Franska løgreglan sigur, at bumban lá í einum pakka. Eitt sendiboð kom á skrivstovuna við pakkanum, og tá skrivstovukvinnan pakkaði hann upp, brast bumban.
Ovastin fyri løgregluni í París, Michel Gaulin, sigur við franskt sjónvarp, at talan var um eitt tilætlað morð, men tað er ikki greitt, hvørjum bumban var ætlað.
Bumban brast inni á skrivstovuni hjá einum sakføraravirki, har Nicolas Sarkozy arbeiddi sum sakførari, áðrenn hann varð valdur til forseta.
Í sama bygningi er ein stovnur, sum fæst við ymsa gransking í sambandi við jødatýningina hjá Nazitýsklandi, men tað er ikki greitt, um bumban hevði nakað við hesi bæði viðurskiftini at gera.