Í einari loyniligari frágreiðing leggur Nato pakistonsku myndugleikarnar og landsins fregnartænastu undir at styðja Taliban-uppreistrarmenninar í Afghanistan. Frágreiðingin, sum BBC og blaðið The Times hava fingið fatur á, at er grundað á upplýsingar frá afghonskum uppreistrarmonnum, sum eru avhoyrdir.
Í frágreiðingini stendur, at pakistanska fregnartænastan ISI arbeiðir út frá einari sannføring um, at Taliban fer at vinna í Afghanistan, so skjótt sum teir útlendsku hermenninir eru farnir úr landinum. Tað verður ætlandi seinast í 2014. Sagt verður, at umboð fyri Taliban og pakistonsku fregnartænastuna hittast javnan at viðgera ymsar spurningar, og at ISI virkar sum ráðgevi hjá Taliban.
USA hevur fyrr lagt pakistonsku fregnartænastuna undir at arbeiða saman við Taliban, men pakistanska stjórnin hevur víst skuldsetingini aftur. Pakistan avsannar eisini skuldsetingarnar í teirri nýggju frágreiðingini hjá Nato, sigur BBC.










