Pakistan avdúkaði bin Laden

Tað var pakistanska fregnartænastan, sum segði amerikanarunum, hvar yvirgangsleiðarin Osama bin Laden var, soleiðis at amerikanskir hermenn kundu gera av við hann fyri einum ári síðani. Tað sigur ein ónevndur maður, sum er í leiðandi starvi hjá pakistonsku fregnartænastuni, við Washington Post.

Osama bin Laden doyði, tá servandir amerikanskir hermenn lupu á hús hansara í pakistanska býnum Abbottabad tann 2. mai í fjør. UAA hevði ikki varskógvað pakistonsku myndugleikarnar frammanundan, og viðurskiftini millum londini kølnaðu nógv aftan á álopið. Men sambært starvsmanninum í pakistonsku fregnartænastuni kom álopið ikki heilt óvart á øll í Pakistan.

-Eingin hevur lopið á al-Qaeda her ella aðrastaðni í heiminum uttan hjálp frá okkum, sigur pakistanski fregnartænastuyvirmaðurin við Washington Post.