Pætur vann á Klæminti í steypahálvfinaluni - báðir skoraðu

Klæmint A. Olsen var millum teir sum brendu fyri Breiðablik í brotssparkskappingini

Tá var hádramatikkur á skránni í kvøld, tá føroyingaliðini, KA og Breiðablik spældu hálvfinalu í íslendsku steypakappingini á Greifavøllinum á Akureyri.

 

KA vann 6-4 á Breiðablik aftaná brotssparkskapping, har Klæmint A. Olsen var ein av trimum hjá Breiðablik sum brendi í brotssparkskappingini.

 

Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 2-2, og aftaná longda leiktíð stóð á jøvnum 3-3.

 

Klæmint javnaði til 1-1 tá hann hegnisliga drønstútaði bóltin í stongina og inn. Tá vóru 86 minuttir farnir av dystinum.

 

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraðu bæði liðini, og so máttu liðini í holt við longda leiktíð. 

 

Pætur javnaði til 3-3 fyri KA tá bert tríggir minuttir vóru eftir av longdu leiktíðini. Tað var eisini við einum góðum stútara.

 

KA 6 - 4 Breiðablik

 

 1-0 Ásgeir Sigurgeirsson ('56)

 

 1-1 Klæmint Olsen ('87)

 

 1-2 Höskuldur Gunnlaugsson ('90)

 

 2-2 Ívar Örn Árnason ('90)

 

 2-3 Höskuldur Gunnlaugsson ('105, br.sp)

 

 3-3 Pætur J. Petersen ('117)

 

--------------------------------------------------

 

 3-3 Elfar Árni Aðalsteinsson ('120, brendi)

 

 3-4 Höskuldur Gunnlaugsson ('120, skoraði)

 

 4-4 Daníel Hafsteinsson ('120, skoraði)

 

 4-4 Gísli Eyjólfsson ('120, brendi)

 

 4-4 Hallgrímur Mar Steingrímsson ('120, brendi)

 

 4-4 Viktor Karl Einarsson ('120, brendi)

 

 5-4 Ívar Örn Árnason ('120, skoraði)

 

 5-4 Klæmint Olsen ('120, brendi)

 

 6-4 Rodrigo Gomes Mateo ('120, skoraði)

 

Morgunblaðið skrivar, at talan er um ein hin mest ótrúliga dystin nakrantíð í íslendskum fótbólti. 

 

Í steypafinaluna á Laugardalsvøllinum í Reykjavík seinni í ár møtir KA vinnaranum av hálvfinaluni millum Víking Reykjavík og KR. Vinnur Víkingur kunnu vit fáa eina føroyingauppgerð í finaluni. Gunnar Vatnhamar er á liðnum hjá Víkingi. 

 

Hetta er fyrstu ferð í 19 ár, at KA er í steypafinaluni.