Pávin til Afrika at vitja

Benedikt 16. pávi kunngjørdi um vikuskiftið, at hann ætlar sær til Afrika at vitja í mars næsta ár. Kunngerðin í einari prædiku, sum pávin helt í Pæturskirkjuni í Rom í sambandi við, at ein biskuparáðstevna endaði. Ráðstevnan, sum var fyri katólskum biskupum úr øllum heiminumn, hevur verið í Vatikaninum tríggjar tær seinastu vikurnar.

Ferðina í vár verður tann fyrsta hjá pávanum til Afrika, síðani hann tók við sum ovasti fyri teirri rómsversk katólsku kirkjuni, og ferðin hevur samband við, at næsta heyst verður ein stór Afrika-ráðstevna í Vatikaninum, har ymisk viðurskifti í heimspartinum skulu umrøðast, skrivar AFP.

Síðani hann bleiv pávi, hevur Benedikt 16. ferðast í Brasil, USA, Avstralia og nøkrum mlondum í Evropa.