Pávin bað um umbering

Týsdagin var leiðarin hjá teirri kristnu ortodoksu kirkjuni, patriarkurin Bartholomeus Fyrsti, í Rom og vitjaði Jóhannes Páll páva.

Teir báðir tosaðu um tær nógvu ósemjurnar og teir óhepnu samanbrestirnar, sum hava verið ímillum ta vestaru og ta eystaru kirkjuna síðani slitið í 1054. Serliga legði pávin dent á tað, sum hendi í apríl í 1204, tá krossfararnir herjaðu býin Konstantinopel (nú Istanbul) og rændu alt fyri at fíggja ta fjórðu krossferðina. Pávin bað patriarkin um umbering fyri tað, sum krossfararnir høvdu gjørt, skrivar Reuters.

Jóhannes Páll pávi hevur leingi havt ein dreym um at sleppa til Moskva at vitja ta russisku ortodoksu kirkjuna, men patriarkurin har, Aleksij Annar, vil ikki hava pávan á vitjan, tí hann sigur ta katólsku kirkjuna royna at fáa fólk at fara frá teirri ortodoksu kirkjuni til ta katólsku.