Pætur: Tað er serliga søtt at vinna á NSÍ

(Rás2) Skála hevur fingið tveir sigrar og ein javnleik ímóti NSÍ í ár

Steypavinnararnir, NSÍ hava bert fingið eitt stig ímóti Skála í hesum kappingarárinum. Fyrr í ár leiktu liðini javnleik 1-1 við Løkin í Runavík, og Skála vann 2-1 á NSÍ á Skála. Í dag sá eina løtu út til, at NSÌ fór at knógva Skála á fyrsta sinni í ár, tá teir vóru á odda 3-1 við Løkin í Runavík, men tá samanum kom vann Skála ein ótrúligan 4-3 sigur á NSÍ.

 

- Tað er ein ótrúliga søtur sigur at vinna á NSÍ, staðfestir Pætur Dam Jacobsen, liðskipari hjá Skála, sum saman við liðfeløgunum kann fegnast um at verða "kommunalur meistari" í Runavíkar kommunu í 2017.

 

Komandi leygardag kann Skála leggja veruliga sjógv ímillum seg og 07 Vestur. Vinnur Skála í Sørvági eru skálamenn 10 stig røttu megin niðurflytingarstrikuna, og tí sigrinum fara Pætur Dam Jacobsen og liðfelagarnir eftir. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Pætur Dam Jacobsen aftaná minniliga 4-3 sigurin hjá Skála ímóti NSÍ fyrr í dag.