Tað gongur ikki væl hjá føroyingaliðnum, SUS Nyborg í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Í kvøld tapti SUS Nyborg 29-31 á útivølli móti Vendsyssel. Í steðginum var SUS Nyborg á odda 15-13, men føroyingaliðið misti alt á gólvið í seinastu minuttunum.
Tað blivu tó 10 føroysk mál hjá liðnum av Fjóni. Toppskjútti hjá SUS Nyborg í kvøld gjørdist Pætur Mikkjalsson við níggju málum. Tróndur Mikkelsen skoraði eitt mál í kvøld.
SUS Nyborg hevur sjey stig upp til fjórðaftasta plássið. Trý tey niðastu liðini flyta beinleiðis niður í triðbestu deildina.
Komandi mikukvøld verður føroyingaruppgerð í Tønder. Tá taka Teis Horn Rasmussen og TMS Tønder móti Pæturi og Tróndi og hinum í SUS Nyborg.
Støðan:
NR | LIÐ | Dystir | Stig |
1 | Nordsjælland | 18 | 33 |
2 | Skive fH | 18 | 30 |
3 | Sydhavsøerne | 18 | 21 |
4 | HØJ Elite | 18 | 21 |
5 | Grindsted | 18 | 20 |
6 | Ajax | 16 | 19 |
7 | HC Midtjylland | 16 | 19 |
8 | Skovbakken | 17 | 17 |
9 | HEI Skæring | 16 | 14 |
10 | Otterup HK | 17 | 14 |
11 | Tønder | 17 | 12 |
12 | Vendsyssel | 15 | 8 |
13 | HC Odense | 18 | 5 |
14 | SUS Nyborg | 16 | 5 |