Fólk stríðast óført við málsliga partin av páskum, tí nógv brúka skeivt kyn um páskirnar, sum er kvennkynsorð í fleirtali.
Málfrøðingurin Anfinnur Johansen hevur á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya skrivað um orðið páskir:
”Orðið páskir er í føroyskum kvennkynsorð í fleirtali og ikki hvørkikynsorð, sum tó er vanligt at hoyra og síggja. Soleiðis eitur tað gleðiligar páskir og ikki “gleðilig” páskir, um páskirnar og ikki “um páskini”.
Hetta seinna er helst íkomið vegna ávirkan frá navninum á hini stóru høgtíðini, jólum, sum er hvørkikynsorð í fleirtali: um jólini o. tíl. Tað kann mangan vera metandi um, nær ein broyting ella sokallað málvilla er vorðin so vanlig, at hon noyðist at verða viðurkend sum rætt mál. Her kann vera togan aftur og fram í hvørjum einstøkum føri. Men í sambandi við orðið páskir eiga vit at royna at halda fast við, at tað framvegis verður varðveitt sum tað kvennkynsorð í fleirtali, sum tað leingi hevur verið.”










