Tíðindaskriv
??????????????
Páskavikuna ella teir tríggjar gerandisdagarnar í vikuni er kaffistovan stongd og fólk hava páskafrí. Eisini er eitt og annað at seta í stand. Tað er so ymist, hvussu er við tiltøkum um várarnar. Hetta várið hevur verið friðarligt í so máta, men fleiri donsk feløg hava leigað høli hetta tíðarskeiði til skeið , fundir og reseptiónir. Slíkt verður tó ongantíð lagt soleiðis, at okkara virksemi verður órógvað av tí.
- Føroyahúsið liggur væl fyri, er í standi og væl egnað, siga tey er grundin til, at tey fegin vilja lána høli frá okkum, sigur Martin Fjallstein leiðari í húsinum. Óivað munna vit eisini vera sámulig í prísi og hugnaligt er inni.
Føroysk feløg ella stovnar, sum fundast í Keypmannahavn, eru eisini væl komin at spyrja seg fyri hjá okkum. Vit hava høli á 1. hædd bæði til stórar fundir og smáfundir. Eisini er øll vanlig útgerð í húsinum.
2. páskakvøld verður sum vant veitsla við turrum kjøti og nógvum øðrum viðskera. Undir borðhaldinum spælir FUSE og eisini verður harmonikutónleikur. FUSE spælir eisini til dansin, men á midnátt steðga vit á og fáa náttverða. Vit fara eisini upp á gólv.
- Fyrr var hendan veitslan ein av teimum stóru várveitslunum, men nú er hon vorðin ein hugnalig veitsla, sum er tann einasta, har eingin kann koma inn bert til dansin. Tað eldra ættarliðið kann føla seg skúgva til viks, tá ið ungfólk koma seint, og tónleikurin harðnar nógv.
Kvinnufelagið 60 ár á baki
Føroyska Kvinnufelagið í Keypmannahavn man vera eitt tað elsta føroyska felagið, sum lív er í. Tí síðstu mongu árini hevur felagið skipað fyri einum hópin av góðum fyrilestrum, kvøld-setum og útferðum. Í síni tíð skapti felagið grundarlag fyri einum føroyskum húsið í Keypmannahavn og fekk stovnað ein grunn til at keypa og reka eini føroysk hús. Kvinnufelagið er tí føddur limur í starvsnevndini hjá Føroyahúsinum. Tá ið á stóð miðskeiðis í níti árunum, vóru kvinnurnar aftur fúsar at rætta húsinum eina hond tvørtur um óslættan.
Týsdagin 13. apríl verður felagið 60 ár. Føðingardagurin verður hildin við reseptión í Føroyahúsinum seinnapartin. Tær bjóða sneisamat og annað. Eisini verður ymist til gamans: upplestur, kórsangur, tónleikur, talur og fagnaðarrøður. Ein og hvør er sjálvandi væl komin inn á gólvið at fagna teimum hendan dagin.
Týsdag hava vit altíð døgverða, sum fólk tekna seg til. Hetta er vanliga føroyskur døgverðamat av alskyns slag. Vit byrja miðskeiðis í august og halda fram til fyrst í juni mánað. Men týsdagin 13. apríl verður ikki døgverðin, nú kvinnufelagið hevur reseptión.
Nýggjar tíðir nýggj tøkni
Fólk hittast fegin í Føroyahúsinum bert okkurt er at hittast til. Eitt nú at síggja ymist á stórskíggja. Slík útgerð hevur verið dýr at keypað ella leigað, men nú eru prísirnir lækkaðir og Føroyahúsið kann vera við. Vit hava áður víst fótbóltsdystir og Stjørna eitt kvøld við leigaðari útgerð, men nú kunna vit sjálvir klára hetta. Í mei verður bæði Grand Prix, spennandi fótbóltsdystur og kongligt brúdleyp, sum kunna síggjast á stórskíggja í kaffistovuni. Hendan útgerð er eisini góð til skeiðvirksemi saman við eini farteldu.
Bingo og lutaseðlar til ískoyti
Vit leiga út til onnur, tá ið hølini eru tøk. So alt frá barnadópi og til ervi verður fyriskipað og borðreitt eftir ynski. Mangir føðingardagar og brúdleyp eru. Og so skeiðvirksemi og fundir afturat. Hetta verður gjørt til tess at útvega nakrar krónur afturat til raksturin. Tað er ikki ókeypis at liggja væl fyri á Vesturbrúgv nærhendis høvuðsbanagarðinum, Vesterport og fleiri góðum hotellum sum Hotel Hebron, First Hotel, Weber og onnur.
Eitt annað ískoyti er bingo og lutaseðlar. Bingofelagið Føroyahúsinum til frama skipar fyri bingokvøldunum. Avlopið verður nýtt til nýggja útgerð av ymsum slag. Tað sísðta bingo í vár verður 20. august. Ta´draga vit eisini lutaseðlarnar, har ikki minni enn tríggir ferðaseðlar eru á. Fyrr árini kundi bingo vera sera gott ískoyti, men hetta er linkað seinnu árini. Tó so har eru altíð eini 50 - 80 fólk á bingo.
Raksturin av Føroyahúsinum liggur um smáar tvær milljónir. Av hesum fær húsið slakar 1,5 millj. yvir føroysku fíggjarlógina. Hetta talið hevur verið javnt vaksandi samsvarandi leiguútreiðslunum, men seinastu tvey fíggjarárini stendur tað í stað. Tann írestandi peningin roynir húsið sjálvt at vinna við tiltøkunum. Húsaleigan við varma liggur um 720.000 kr. Tær føstu lønarútreiðslurnar eru nakað tað sama talið.
Ólavsøkan út á Bryggjuna
Fleiri føst tiltøk eru, sum vit royna at greiða úr hondum á hvørjum ári: fastalávint fyri børn, grækarismessa, flaggdagur, páskaveitsla, ólavsøka, bókadagur, jólatræ og jólaveitsla. Fyrr tóku feløgini sær av hesum, men meira og meira er nú í hondunum á Føroyahúsinum. hetta er eisini dømi um at fleiri feløg eru linkað.
Hesu ferð hevur húsið heitt á feløgini um saman at skipa fyri ólavsøkuni og royna hetta úti á nýggju Norðbryggjuni á Kristianshavn. Feløgini hava tikið væl undir, so nú verður arbeitt við at finna fram til innihald og møguleikar í hølunum harúti og í kanalunum framvið. Har ber væl til at rógva upp til 1000 metrar. Eisini kann uppvísing og annað vera í hylinum inni við Norðbryggjuna. Á bryggjuni kunna vit skipa fyri tónleiki, sølubúðum og ymiskum til gamans fyri bæði børn og vaksin. Hetta er ein spennandi roynd, sum óiva kann hepnast væl, verður veðrið til vildar. Seinastu árini hevur ólavsøkuveðrið verið av tí allarbesta. Mest sum ov heitt at vera inni.
Tíðindi og lýsingar frá Føroyahúsinum
Føroyahúsið hevur sína egnu heimasíðu, har eini 90000 fólk hava vitjað tey síðstu tvey árini. Har kann skráin og smátíðindi lesast. Men har eru eisini slóðir til ein hóp av feløgum og stovnum. Eisini hava vit eini 1000 fólk á teldupostlistanum. Hesi fáa teldubræv umleið eina ferð um vikuna, so tey lættari kunna fylgja við tí, sum hendir næstu dagarnar. Ein og hvør kann á heimasíðuni seta seg á teldupostlistan.
- Feløg kunna á hendan hátt fáa lýst um teirra tiltøk. Einasta, sum krevst er, er at tey siga okkum frá. Tað er ein aðaluppgáva hjá Føroyahúsinum at livga og styðja øll tey føroysku feløgini í Danmark. Tað kann bara undra, at fleiri feløg ikki geva hesum møguleika gætur.
Eisini verður eitt lítið hefti við mánaðarskránni og øðrum upplýsingum prentað og sent víða um hvønn mánað. Hetta er kanska frægasta dokumentatiónin fyri, at virksemi er í Føroyahúsinum, sigur leiðarin.
Føroyahúsið ynskir øllum landsmonnum og viðskiftafólki gleðiligar páskir.










