Páskatúrurin hjá Norrönu útseldur

- Vit hava havt nøkur sera góð Danland tilboð og tað hevur gjørt, at vit hava selt fleiri Danland ferðir enn nakrantíð fyrr, og í løtuni hava vit bert tríggjar 4-mans kahyttir eftir, sigur Henny á Líknargøtu, marknaðarleiðari á Smyril Line.

Páskatúrurin hjá Norrönu er so at siga fullsettur.
- Vit hava túsund ferðafólk umborð á páskatúrinum sum nú er. Hetta er túrurin við fráferð hósdagin 14. apríl, og vit fara at gera nógv burtur úr børnunum á páskatúrinum, sigur Henny á Líknargøtu, marknaðarleiðari á Smyril Line.
Talan verður um eitt heilt nýtt konsept fyri børnini.
- Vit selja sonevnd all-inclusive armbond til børnini, so tey kunnu eta allar máltíðir umborð fyri 199 krónur. Hetta er nakað, sum foreldur hava eftirlýst, tí børn eta ofta ógvuliga lítil, og tá er tað nokk so dýrt hjá foreldrum at gjalda hundrað krónur fyri hvørja máltíð. Við nýggja tiltakinum spara foreldrini einar 400 krónur, sigur Henny á Líknargøtu.
Men eisini í aðrar mátar verður gjørt nógv burtur úr børnunum.
- Spæliplássið er spildurnýtt og alt er uppdaterað inni har, og sum nakað heilt nýtt hava vit eisini føroyskar pedagogar við páskatúrarnar, at taka sær av børnunum og undirhalda teimum á ferðini, sigur Henny á Líknargøtu.

Broyta Viking Club
Norröna liggur í Klaksvík sum hotelskip meðan North Atlantic Fish Fair stevnan er har, og Smyril Line nýtir høvið at umbyggja Viking Club.
- Norröna er í flestu førum inni so tíðliga á morgni, at fólk yvirhøvur nýta Viking Club lítið sum náttklubba, og tí hava vit gjørt av at geva hølunum eitt lift og broyta tað til eina hugnaliga café, sigur Henny á Líknargøtu.
Meiningin er so at hava kaffi, køkur, sandwichs og vín í caféini.
- Talan er um at gera tveir páskatúrar, tann fyrri verður sum nevnt við fráferð 14. apríl, og hin seinni við fráferð Skírishósdag, 21. apríl. Fyrri túrurin er mest sum útseldur, men tó er tað soleiðis, at um fólk vilja sleppa við, so ber til at keypa couchettupláss. Til seinna túrin eru seldir umleið 500 ferðaseðlar higartil, so har ber enn til at fáa pláss, sigur Henny á Líknargøtu.
Hon sigur, at eini 600 fólk koma upp til Føroya at halda páskir. Tey koma heim við Norrönu, sum fer úr Hirtshals aftur 16. apríl.