Páskasølan á Verkstaðnum á Brekku

Aftur í ár hevur Verkstaðurin á Brekku í Klaksvík sína árligu páskasølu av lutum sum brúkararnir hava gjørt

Aftur í ár hevur Verkstaðurin á Brekku í Klaksvík sína árligu páskasølu av lutum sum brúkararnir hava gjørt.

Til hesa útsøluna hevur serligur dentur verið lagdur á páskaprýði. Talan er um pappírsklipp og málaðar páskadúkar. Annars verða eisini aðrir lutir, sum vanliga eru við til eina útsølu. Sum nakað nýtt hava tey seyma dukkuklæði, sum passa til tær nýggju nýmótans dukkurnar.

Páskasølan byrjar í dag og heldur fram til einki er eftir. Opið verður frá kl. 10.00 til 16.00 hvønn dag.