Skírisdag hava Vágakórið og Vestmanna Sangkór felags páskakonsert. Tann fyrra konsertin verður í Miðvágs kirkju kl. 15.00, og tann seinna verður í Vestmanna kirkju kl. 19.00.
Á konsertini framføra kórini saman brot úr tveimum gitnum verkum - tað eina er Missa Brevis hjá W.A. Mozart (1756-1791), og hitt er Requiem hjá Gabriel Fauré (1845-1924).
Mozart skrivaði Missa Brevis í d fyri soli, kór, orkestur og orgul í 1769, tá hann var bert 13 ára gamal. Hetta gjørdi hann eftir 9 døgum. Heitið Missa Brevis (tann stutta messan) vísir at hetta er kirkjutónleikur við lítlum orkestri, sum er nóg stuttur til vanliga (tátíðar) sunnudags gudstænastur. Satsir í messum tá høvdu hesar 6 tættirnar: Kyrie, Gloria, Credo, Sanctus, Benedictus og Agnus Dei.
Requiem eftir Gabriel Fauré er frá 1893. Satsirnir eru Introit og Kyrie, Offertorium, Sanctus, Pie Jesu (sopran solo), Agnus Dei, Libera me (bariton solo og kór) og In Paradisum.
Requiem er heiti á katólskari messu fyri teimum deyðu. Navnið kemur av fyrsta orðinum í introitus (innganginum). Kendastu tónaskøldini hava skrivað Requiem, men eru tey ofta ætlað til konsertnýtslu, sum t.d. Mozart, Verdi, Berlioz og Bruckner, meðan Requiem hjá Faureé varð skrivað til at framføra í kirkjuni til jarðarferð (ein upprunalig styttri útgáva við 4 satsum).
Úr Missa Brevis hjá Mozart framføra Vestmanna Sangkór og Vágakórið satsirnar Kyrie og Agnus Dei, og úr Requiem hjá Fauré satsirnar Introitus og Kyrie, Pie Jesu (við kvinnukóri) og Libera me.
Helga Gerðalíð spælir orgul til hesi bæði verkini - skotbráið gjørdist ov stutt til at fáa orkestur til framførsluna.
Umframt hesi verkini framføra kórini nakrar kendar føroyskar páskasálmar. Tað eru fyri blandað kór: So stillan Jesus gongur, Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær og Gakk undir Jesu kross at stá. Hesin seinasti er skipaður sum veksilsangur millum blandað kór, kórkvartett og kirkjufólkið. Stíg seggur oman Golgata er fyri manskór, og Grøvin sterkað rivnað er, er fyri kvinnukór.
Kórleiðari er Kári Bæk og hjálparvenjari er Steven Foggin. Kári stjórnar vanliga Vestmanna Sangkórið og Steven Vágakórinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vestmanna Sangkór og Vágakórið.