Páskabryggið gjørt um seg um páskirnar

Hóast rúsdrekkasølurnar hava verið og framvegis eru stongdar orsakað av verkfalllinum, hevur tó borið til at fáa sær ein rús av páskabryggi og øðrum øli, tí ølsølurnar eru nevniliga ikki raktar av verkfallinum. Løgreglan boðar frá, at hon hevur haft við nógv full fólk at gera um páskirnar.

Sigldu fullir á Norðhavinum

Langa fríggjadag boðaði Tjaldrið løgregluni frá frá, at tað var komið fram á ein 20 tonsara á Norðhavinum, ið tóktist vera manntómur. Men tá menn frá Tjaldrinum fóru umborð sóu teir, at báturin ikki var manntómur, men at menninir umborð vóru dýrandi fullir.

Báturin varð førdur inn á Eiði, har løgreglan tók ímóti skiparanum og førdi hann til lækna at taka blóðroynd. Skiparin verður skuldsettur fyri brot á sjólógina.


Húsaófriður

Løgreglan í Havn sigur, at hon nakrar ferðir um páskirnar er boðsend at koma at basa húsaófriði. Talan hevur í øllum førunum verið um húsaófrið, ið er íkomin av rúsandi løgi.

Eisini hevur løgreglan í Havn tikið onkran fyri at koyra fullur á knallert um páskirnar. Annars hava páskirnar verið rímuliga friðarligar hjá løgregluni í Havn. Okkurt ferðsluóhapp er komið fyri, men talan hevur bert verið um materiellan skaða. Hinar løgreglustøðirnar kring landið boða frá einari stillari páskaviku.