- Nú so nógv er frammi um, hvørt tað er rætt ella ikki at rinda løn undir arbeiðsteðgi, slær Føroya Arbeiðsgevarafelag fast, at tað á privata arbeiðsmarknaðinum er púra ókent og óhugsandi, at løn verður rindað undir arbeiðsteðgi, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag á heimasíðu sínari í dag.
Seinastu dagarnar hevur nógv kjak verið í miðlunum um, hvørt tað er siðvenja ella ikki siðvenja, at rinda løn til fólk, sum hava lagt arbeiðið niður. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, segði við in.fo í gjár, at tað er púra vanlig siðvenja, at fólk fáa løn og síðani verður avroknað tá verkfallið er av.
Les eisini: Hevur verið siðvenja í 15 ár
Men Bjørn á Heygum, sakførari, og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík eru av aðrari áskoðan. Teir halda tað er ein uppfunnin siðvenja, og Bjørn á Heygum hevur eisini ført fram, at tað er ólógligt at rinda løn, tá arbeiðssteðgur er.
Les eisini: Lønardeildin stýrd av partapolitikki
Nú skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tá arbeiðsteðgur er, slitnar sambandið og bindingarnar millum arbeiðsgevara og løntakara, og arbeiðsgevari skal tí ikki rinda løn, eins og løntakari á ongan hátt hevur rætt at krevja nakra løn.
- Um løn hevði verið rindað, tá er í veruleikanum talan um, at arbeiðsgevarin fíggjar stríðið hjá fakfelagnum í móti sær sjálvum. Tað hevði sostatt verið púra óhugsandi, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði loyvt limum sínum at rinda fólki í arbeiðssteðgi løn. Verandi støða á almenna arbeiðsmarknaðinum vísir harafturat týðiliga týdningin av, at arbeiðsgevarin viðger øll fakfeløg eins og við sama karmi, sum so í aktuella førinum er karmurin, sum varð lagdur av Fíggjarmálaráðnum og Starvsmannafelagnum í oktober við 2,3 prosentum fyrra árið og 2,5 prosentum seinna árið, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Víðari halda tey fram, at hetta merkir ikki, at tað ikki kunnu vera frávik millum sáttmálar, men kostnaðurin (tað vil siga karmurin) av sáttmálabroytingunum má vera gjøgnumgangandi – uttan heilt góðar og serligar orsøkir eru til tess. Alt annað hevur søguliga skapt truplar støður á arbeiðsmarknaðinum og ger tað framhaldandi.
Les eisini: Leiðreglur hjá FMR: Eingin skal hava løn
- Á privata arbeiðsmarknaðinum hevur arbeiðsgevarasíðan skipað seg í eina eind, og tá ber snøkt sagt ikki til at býta sól og vind ymiskt millum fakfeløg. Sum Føroya Arbeiðsgevarafelag áður hevur víst á, so eru reglur og mannagongdir, sum bæði fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg mugu halda seg til, og tað hevur týdning, at allir partar virða hetta, tí skjótt er at bróta niður, og tí støðuna ynskir helst eingin, skrivar felagið.